Í Danmark koma hesa telefonir at kosta áleið 9.000 og 10.000 kr - og Guð viti hvussu nógv tær koma at kosta í Føroyum.
Tak for kaffe, siga vit bara ..!
JáH (y) 13.09.2018
So er tann dýra Iphone X komin á marknaðin og verða hesar telefonir frá Apple í trimum støddum: Iphone XS, Iphone XS Max og Iphone XR. Í Danmark koma hesa telefonir at kosta áleið 9.000 og 10.000 kr - og Guð viti hvussu nógv tær koma at kosta í Føroyum. Tak for kaffe, siga vit bara ..! JáH (y) 13.09.2018 Løgreglan í Norður Jútlandi fekk eina melding ígjár kvøldið Kl. 21.28 - at ein ógvusligur bardagi varð beint uttanfyri McDonals. Tá ið løgreglan kom til staðið - finna teir ein 35 ára gamal mann, sum er blivin stungin til deyðis. Les meira HER JáH (y) 13.09.2018 Kelda: BT NBC News veit at siga frá, at seks persónar - har ímillum brotsmaðurin sjálvur - eru skotin og dripin í Bakerfield í Kalifornia. Sheriffurin í Kern County, Donny Youngblood fortaldi fyri fjølmiðlunum, at teir vita ikki enn - hví maðurin valdi at drepa hesar fimm persónarnir. Fyrsta meldingin um skot kom kl. 17.19 ígjár lokala tíð og at brotsmaðurin hevur eisini skotið konuna hjá sær til deyðis. Tá løgreglan nærkaðist manninum - valdi maðurin at skjóta seg sjálvan - beint frammanfyri løgregluni. Maðurin hevur ikki skotið øll hesu fimm fólkini í sama stað - og nú verður leitað framm til av løgregluni um øll drápini hava okkurt til felags. JáH (y) 13.09.2018 Fólkatalið var 51.258 tann 1. august. Tað vaks við 849 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. august 2017 – 1. august 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 246 og nettotilflyting á 603. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 31 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 165 størri. Serliga stórur vøkstur var í juli við yvir 200 fólkum. men einir tríggir fjórðingar fara burturavaftur í fráflytimánaðinum august. Les meira HER JáH (y) 12.09.2018 Kelda: Hagstovan Norðurlendska nevndin fyri bioetik, NCBio, skipar fyrst í oktober fyri ráðstevnu í Hørpu í Reykjavík um prakis og møguleikar við prenatalum kanningum í Norðurlondum. Les meira HER JáH (y) 12.09.2018 Kelda: Gransking.fo Sum ein liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, eru Norðoya Bú- og Heimatænasta og føroyska fyrtøkan TechCare farin í samstarv um verkætlan við atliti til vælferðatøkni á eldraøkinum. Jóannes Norðberg Poulsen, sum er techno-antropologur og hevur royndir við vælferðatøkni á eldraøkinum, er settur í verkætlanarstarv í eitt hálvt ár, har hann saman við brúkarum, avvarðandi og starvsfólkum á eldraøkinum fer at kanna tørvin á vælferðatøkni innanfyri tænastuøkið hjá NBH. Síðani verður tøkni, sum TechCare mennir og framleiðir roynd í verki. Tað kann t.d. vera tøkni, ið kann staðfesta eitt fall, eld ella annað og tøkni til sporing umvegis GPS. Les meira HER JáH (y) 12.09.2018 Kelda: Klaksvíkar Kommuna 39 ára gamla Baywatch "stjørnan" Alicia Arden gekk nærum nakin út frá einum sólsentur og paparazzi fólkini vóru sera skjót at klikka nakrar myndir av henni. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð - at Arden so gott sum er nakin og letur seg mynda. Hon hevur t.d. skift klæðir í bilum - har hurðin hevur staðið opin, so myndafólkini kunna sleppa at taka myndir av sær og síðan hevur hon mangar ferðir verið á strondunum við gjøgnumsiktigum trussum. Synd at siga, at kvinnan er smæðin. JáH (y) 12.09.2018 Amerikanska ikoni innan skemt, Bill Cosby, bleiv funnin sekur í - at hava gjørt seg inn á Andreu Constand í 2004. Cosby noktaði seg sekan og tískil bleiv gjørt av - at sakin skuldi vera endilig tann 25. september. Men Bill Cosby vil nú hava dómaran, Steven O'Neill koyrdan frá - tí Cosby meinar, at dómarin longu hevur valt sær síðu og tískil so verður dømingin hjá honum ikki rættvís. Konan hjá Cosby, Camille hevur sent eitt skriv út til fjølmiðlarnir í Amerika - har hon stuðlar manninum hjá sær. Rættarsakin byrjar tann 24. september og endar tann 25. september - har endiligur dómur verður feldur á Bill Cosby. Hann er ákærdur fyri í trimum partur, at hava gjørt seg inn á Andrea Constand og kann hvør ákæra geva upp til 10 ára fonsgul. Verður hann dømdur í øllum ákærum - stendur hann til at fáa ein 30 ára fongsulsstraff. Tað er púra vanligt, at ein gjarna vil hava ein dómara koyrdan frá - men nokkso óvanligt, at slíkt verður gjørt - nú einans tvær vikur eru eftir - til at dómurin skal vera sagdur. JáH (y) 12.09.2018 |
Greinar
May 2024
|