Á myndini frá ígjár - síggja vit báðar forsetarnir eta pannukøkur saman - har teir feira tað, at handilssambondini ímillum londini bæði - bara fara at vera betri tey komandi árini.
JáH (y) 12.09.2018
Ímeðan Kina og Amerika eru farnir í holt við enn strangari handilstiltøkum ímóti hvørjum øðrum - eru russiski forsetin, Valdimir Putin og forsetin hjá Kina, Xi Jinping í stak góðum lag. Á myndini frá ígjár - síggja vit báðar forsetarnir eta pannukøkur saman - har teir feira tað, at handilssambondini ímillum londini bæði - bara fara at vera betri tey komandi árini. JáH (y) 12.09.2018 Amerikanski forsetin, Donald J. Trump finnur seg ikki í - at nøkur innblandan skal vera á komandi valið. Tí fer hann - saman við øðrum - í holt við tiltøkum ímóti fyritøkum og persónum, sum royna at blanda seg í tað amerikanska valið, skrivar Reuters. Trump fer at skrivað undir ein forsetaordra um hetta í dag. JáH (y) 12.09.2018 Tað vóru 17 ár síðani ígjár - at syrgaliga hendingin hendi í Amerika - har 2996 menniskjur lótu lív, tá terroristarnir hertóku nakrar flúgvarar og rendi flúgvarnir á ímillum annað World Trade Center. Les meira um 11. september HER Al-Qaida brúkti dagin ígjár við at hótta Amerika við enn fleiri álopum. Ein 30 minuttir tala av leiðaran hjá al-Qaida, Ayman al-Zawahri bleiv almannakunngjørt ígjár, skrivar SITE, sum fylgir við hvat fyri aktivitet al-Qaida hevur á alnótini. Í taluni hjá al-Zawahri biður hann muslimar til at leypa á amerikonsk mál verðina runt, veit NTB at siga frá. JáH (y) 12.09.2018 Ein FN kanning vísur á - at tað eru fleiri sum hungra og fleiri, sum eta seg sjúkan. Ífylgi rapportini frá Mat- og Landbúnaðarfyriskipanini (FAO) gekk níggindi hvør heimsborgari ífjør í song svangur og talið bara økist - sera í Suður Afrika og Afrika. Samstundis so eru 38 milliónir børn í vanda í verðini - grundað av sjúkligari yvirvekt. Helvtin av teimum eru í Asia og fjórði hvør í Afrika. JáH (y) 11.09.2018 Minst 35 menniskjur hava latið lív og yvir 100 eru sáraði - eftir at ein gasstangi ígjár fór í luftini í Nigeria. Spreingingin hendi við eina bensinstøð í býnum Lafia, sum er høvuðsstaðurin í stakríkinum Nasarawa. Ein lastbilur varð við at tøma sín tanga fyri gass, tá lastbilurin fór í luftinum - saman við bensinstøðini, upplýsa landsins mynduleikar. JáH (y) 11.09.2018 Fríggjadagin 28. september verður ársins Vísindavøka. Hetta er 11. Vísindavøkan, sum granskingarstovnarnir og Granskingarráðið skipa fyri. Vit vilja vegna granskingarumhvørvið bjóða øllum, stórum og smáum, vælkomin til tiltakið, sum er alment og ókeypis. Les meira HER JáH (y) 11.09.2018 Kelda: Gransking.fo Granskingarráðið hevur játtað MEGD stuðul til kunningarátak við heitinum "Broyt hvussu tú hyggur, og hygg hvussu tú broytist" Stuðulin, kr. 60.000, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Les meira HER JáH (y) 11.09.2018 Kelda: Gransking.fo News.fo og Norðoya Portalurin tosaði við vakthavandi á Politistøðini í Havn fyri løtu síðani og spurdi hann, hví Tyrlan hjá Atlantic Airways fleyg yvir Klaksvíkingina í nátt og segði hann, at Tyrlan skuldi eftir einum grønlendskum sjóðmanni, sum hevði meint sær øksluna. Í nøkunlunda somu tíð boðaði Viðoyingar frá, at ein leigubilur stóð har norðuri við ongum ferðafólkum og teir hildu seg síggja ljós á fjallinum og eftirsum, at Tyrlan var á flogið í nátt, so fór hon at leita, men teir hava einki funnið enn. Sýnið var ikki gott har norðuri og klokkan 05:23 kom Tyrlan aftur til Klaksvíkar, men nú kl. 06.00 er hon á veg norður aftur til Viðareiðis at leita og sýnið er eitt sindur betri nú. SáH |
Greinar
May 2024
|