Í nøkunlunda somu tíð boðaði Viðoyingar frá, at ein leigubilur stóð har norðuri við ongum ferðafólkum og teir hildu seg síggja ljós á fjallinum og eftirsum, at Tyrlan var á flogið í nátt, so fór hon at leita, men teir hava einki funnið enn.
Sýnið var ikki gott har norðuri og klokkan 05:23 kom Tyrlan aftur til Klaksvíkar, men nú kl. 06.00 er hon á veg norður aftur til Viðareiðis at leita og sýnið er eitt sindur betri nú.
SáH