NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ódnin Florence hevur kravt 5 mannalív

14/9/2018

Comments

 
Billede
Ódnin Florence hevur higartil kravt 5 mannalív, skriva amerikanskir fjølmiðlar.

Men vandarnir eru als ikki av - og yvirflóðin fer at vaksa nakað teir komandi dagarnir, so enn er ilt at spáa um hvussu stóran skaðan Florence hevur elvt um seg.

JáH (y) 15.09.2018

Comments

Ódnin Florence ger ordiliga um seg

14/9/2018

Comments

 
Billede
Ódnin Florence ger ordiliga um seg og nú eru 500.000 menniskjur í Karolina uttan streym og hetta talið fer ivaleyst at vaksa teir komandi dagarnir.

Les eisini: ​Ódnin Florence: Fevnir seg mest um yvirflóðina nú (LIVE)

Øll sløkkiliðsfólk kring alt Amerika eru og hjálpa til í Norður Karolina, har tað stendur ringast til. Vindur er eisini í støðum - upp til 40 m/s.

Yvirflóðin fer at koma uppá góðar 3 metrar í partum í Karolina og roknast kann við at yvirflóðin verður á sama hátt, sum Dennis og Floyd ódnurnar í 1999, siga veðurstøðirnar.

- Einasti munurin er - at tá vóru tað 14 vikur, áðrenn yvirflóðin bleiv so stór. Hesa ferð kunna vit rokna við, at yvirflóðin verður líknandi uppá 3 dagar, siga veðurfrøðingar til teir amerikonsku fjølmiðlarnir.

JáH (y) 14.09.2018

Comments

Ódnin Florence: Fevnir seg mest um yvirflóðina nú (LIVE)

14/9/2018

Comments

 
Billede
Sjálvt um vindurin ikki er tann heilt stóri - einar 46 m/s, so er tað ikki tað, sum fer at gera størst skaða á Norður Karolina í Amerika.

Tað er nevniliga yvirflóðin, sum fer at gera allermest skaða í økinum - og er yvirflóðin vaksin sera nógv kring alt Norður Karolina.

Tað fer at kosta fleiri milliardir í skaðum og taka fleiri vikur, at koma fyri seg, skrivar amerikanskir fjølmiðlar.

JáH (y) 14.09.2018

Comments

Hvat fyri tatovering burdi tú IKKI fingið tær

13/9/2018

Comments

 
Billede
Hvat fyri tatovering angra fólk seg mest, at tey hava fingið sær á kroppin hjá sær ..?

Universiteti í Portsmouth hevur spurt yvir 1.000 fólk við tatovering yvir hvat fyri tatovering tey angra mest, skrivar Independent.

Tey flestu angra, at tey hava tatovera navni á sínum maka á seg - tí sum øllum kunnugt, so endar tað mangan við, at forholdi ikki heldur.

Men ein tatovering - hon er "forever", dude.

31 prosent av monnum og 24 prosent av kvinnum angraðu tað - at tey høvdu fingið sær eina tatovering av sínum fyrrverandi makanum.

Eisini vísti kanningin, at jú skjótari ein vildi hava eina tatovering - jú skjótari bleiv tú troyttur av tatoveringin. So skalt tú tatoverast - lat so vera við at tatovera navni á tínum maka á teg og tak tær annars góða tíð at velja tær tað, sum tú vilt hava tatovera á teg.

JáH (y) 14.09.2018


Comments

Florence komin niðan á katagori 1

13/9/2018

Comments

 
Billede
Ódnin Florence, sum rakar Amerika í dag - er nú komin niður á katagori 1, men fer álíkavæl vera ein vandamikil ódn við orkanstyrki.

Ávara verður eisini um, at ódnin fer at vera serstakiliga vát og føra við sær yvirflóð ymiska staðnis í Norður Karolina.

10 milliónir menniskjur vera rakt av ódnini - har Florence kemur at raka harðast, skriva amerikanska miðlar.

JáH (y) 14.09.2018

Comments

Ógvusligar Gass-spreingingar í Boston

13/9/2018

Comments

 
Billede
Minst ein persónur hevur latið lív og 12 onnur hava fingið álvarsligar skaða av ógvusligum gass-spreingingum kring norðara partin av Boston.

Yvir 70 gass-spreingingar hava verið í Massachuetts, sum hevur elvt til - at eldur er í 39 húsum í økinum, skrivar AP.

Sløkkiliðsfólkini hava ongantíð sæð slíkt áður og biðja fólk sleppa sær út úr húsinum hjá sær - um tey lukta gass.

Orsøkin til spreingingarnir er allerhelst tí at yvirføringin av gassinum í økinum hevur verið ov høg og ov stórt trýst hevur elvt til gass-spreingingar, upplýsa mynduleikarnir úr Boston.

JáH (y) 14.09.2018

Comments

Springarar eru IKKI eitt hótt djóraslag

13/9/2018

Comments

 
Billede
Sjálvandi skula springarar - eins grindahvalarnir drepast humant tvs. skjótt og ordiligt.

Les eisini: Drep Willy - men ikki Flipper

Men argumenti við at siga, at her er talan um eitt hótt djóraslag - heldur ikki ordiliga í rættinum, um ein kann orða seg soleiðis.

Tað sigst, at tað finnast áleið 3,1 milliónir av teim vanligu delfinunum, 1,4 milliónir av teim stríputtu delfinunum (rípuspringarar) og áleið 1,7 milliónir av delfinum við plettum á. Og um vit so veiða nakrar hundrað av hesum um árið - so er tað ongin vandi fyri, at vit eru í ferð við at útrudda delfinarnir, tá vit veiða so fáar av hesum um árið.

Men hesu tøl skula sjálvandi takast í fyrivarni - tí tað er so ymiskt hvussu tey ymisku hagtølini vera dagførd verðina runt.

JáH (y) 13.09.2018
Kelda: Quora (Les grein HER)

Comments

Drep Willy - men ikki Flipper

13/9/2018

Comments

 
Billede
Nú alt er á gosið - tí nakrir springarar lótu lív í Hvalvík, so vil eg gjarna koma við einum argumenti sjálvur um sama mál.

Um vøran er burðardygd - so dugi eg ikki at síggja, at tað skal vera nakrar sum helst trupuleiki yvir, at vit eisini drepa springarar - men tað nú gerast soleiðis, at tað gongur skjótt fyri seg, so at yvirgangsbólkar sum Sea Shepherd ikki sleppa at upptaka video, sum ferðast alla verðina runt.

Vit hava jú brúkt argumentir, at vit drepa hvalar sera skjótt og tað argumenti má ikki fellast burtur og tískil so burdi tað kanska verið loyvi at brúkt knív til slíkt dráp (tá tað jú gongur skjótari fyri seg). Høvuðsendamálið má vera tað - at vit drepa hvalin í ein fart og at veiðan samstundis er burðardygd.

Sjálvur haldi eg, at ein hundur er sera fittur - men sum tey flestu vita - so eta tey hundar í Kina og fái eg nakrantíð møguleikan, so kann vælsaktans vera, at eg eisini fari at eta mín besta vin - nevniliga hundin. Og uppá sama máta havi eg tað við springaradrápi. Gott nokk - kann tað gott vera, at Flipper er fittari enn Willy, men kjøtið er líka gott hjá báðum tveimum og enn eina ferð: Er tað burðardygd talan er um - so skal Flipper sku' eisini lata lív. 

Og so muga vit heldur læra okkum - hvussu vit drepa delfinin skjótt og humant í framtíðini, so at hetta ikki skaðar okkara umdømið.

Hinvegin, so haldi eg, at spurningurin sum eisini skal setast til Kaj Leo Holm Johannesen og Sjúrða Skaale er:

Nú springarar skal bannast við lóg - nær verður so grindadráp eisini bannað við lóg ..? Tað er jú hatta orðatakið har sum sigur: Gevur tú fjandanum lítlafingur, soooo ...

Tað eru nú heldur ikki nógvir springarar vit veiða í Føroyum og sigst at tað ferðast áleið 3,1 millión delfinar verðina runt. So hvagar argumentini eru - at hetta er eitt hótt djóraslag, er mær ein gáta. Tað er bert at googla "Dolphin population" - so finnur tú skjótt útav - hvussu nógvir delfinar eru eftir.

Forrestin so vil eg ynskja fólkunum í Hvalvík: Vælgagnist.

JáH (y) 13.09.2018

Comments

Bilálop í Kina: 11 hava latið lív

13/9/2018

Comments

 
Billede
11 persónar hava latið lív og 44 menniskjur hava fingið álvarsligan skaða - tá ið ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í býnum Hengyang í Kina ígjár, upplýsa mynduleikar úr Kina.

Eftir at hava koyrt inn í mannamúgvuna - fór bilførarin út úr bilinum og leyp á fólk við knívi og einum spaka. Maðurin bleiv handtikin av løgregluni eftir hendingina og kannað verður nú - hví 54 ára gamli Yang Zanyun úr Hengyang skuldi fremja slíka brotsgerð.

JáH (y) 13.09.2018

Comments

Trump ávarar um orkanina, sum er ávegis

12/9/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump ávaraði amerikanska fólkið ígjár um orkanina, sum er ávegis Norður Karolina og aðra staðnis.

Hann segði á hansara Twitter konto, at teir eru til reiðar at hjálpa eftir orkanin er farin í veg - men hetta er ikki at spæla við og bað fólk ansa eftir sær.

10 milliónir amerikanarar kunna vera raktir av hesari orkan, sum er ein katagori 3 orkan - og tó ein sera deyðilig orkan, skrivar teir amerikonsku mynduleikarnir. Orkanin fer væntandi at raka amerika fríggjadagin eftir døgurða.

JáH (y) 13.09.2018

pic.twitter.com/54YVC4DDfe

— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) September 12, 2018
Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.