NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Baranda vann fiskikappingina

14/9/2013

Comments

 
Picture
Baranda úr Tórshavn/klaksvík við Mikkjal Paula Lamhauge og John Erik Frederiksbeg vunnu fiskikappingina, sum Stuðulsfelagið Dragin skipaðið fyri ídag. Nummar tvey gjørdist Neshamar og nummar trý gjørdist Alfa Pilot. Baranda hevði 300 pund uppá mannin, Neshamar hevði 200 pund og Alfa Pilot hevði smá 150 uppá mannin.

Størsta toskin fekk Petur Andreasen, sjá mynd niðanfyri.

Vinnandi báturin fekk handa steyp frá Hans Eli Hansen og eitt ferðasteyp, somuleiðis fingu teir eitt gávubræv uppá 3000,00 kr. frá Effo. Nummar tvey fekk steyp og eitt gávubræv uppá 2000,00 kr. frá Berglon. Nummar trý fingu eisini steyp.

Veðrið var av tí besta og beint sum bátarnir komu at bryggju, kom regni og vindurin, so sigast skal, at teir vóru sera hepnir í ár.

Nakað av fólki var komi saman á bryggjuni og sum siður er, bleiv uppisøla av fiski og hvør posi fór fyri góðar 100,00 kr. og vinningurin av søluni fór óskerdur til felagið.

Stórt tillukku til Mikkjal Paula og John Erik frá okkum á Norðoya Portalinum.

SáH  

Comments

Kjakfundur í KÍ høllini

14/9/2013

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv:
Umboð fyri seks fakfeløg fara at kjakast um sambandið millum fakfeløg og politikk og um at binda seg til politiskar flokkar. Kjakfundurin verður á Fólkafundinum í Klaksvík næsta vikuskifti.
 
Ber tað til at reka fakfelagsvirksemi uttan at vera politiskur. Ella eru politikkur og fakfeløg tvær síður av somu søk. Hvar ganga mørkini millum fakfelagsvirksemi og partapolitikk. Eru nøkur mørk?

Hetta fara umboð fyri seks fakfeløg at kjakast um í KÍ-høllini leygardagin 21. september á Fólkafundinum.

Politikkur og feløg
Herfyri vóru fleiri fakfeløg við í stórum mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn. Tiltakið fekk dygga undirtøku, men samstundis vóru summir limir, sum settu spurnartekn við hvørt tað er rætt av feløgunum at vera við í slíkum tiltøkum, og onkur hevur funnist at feløgunum fyri at reka partapolitiskt virksemi.

Sum framhald av mótmælistiltakinum og fyrilestrum um fólkaræði hevur Starvsmannafelagið nú avgjørt at varpa ljós á spurningin: Fakfeløg og politikkur.

- Sjálvt um tey ikki eru partapolitisk, so eru fakfeløg politisk. Feløgini skulu verja áhugamálini hjá limunum og tí mugu tey sjálvandi hava sína hugsan um týðandi og grundleggjandi samfelagsmál og samfelagsviðurskifti, sum ávirka allar limirnar. Á tann hátt hanga politikkur og fakfelagsvirksemi óloysiliga saman.

- Spurningurin er so hvar mørkini ganga millum fakfelagsvirksemi og partapolitikk. Tað eru tað nógvar ymiskar meiningar um. Hesin spurningur er støðugt aktuellur, og hetta er rætta løtan at seta hann á dagsskránna til kjak.

Kjakið
Fakfelagsformennirnir fara at greiða frá hvussu sambandið er millum politikk og fakfelagsarbeiði í teirra dagliga virksemi í dag.

Haraftruat fara tey at kjakast um hvussu fast sambandið skal vera millum fakfeløg og politiskar flokkar. Taka tey undir við, at feløg binda formlig sambond við flokkar og stuðla teimum í einum valstríði, eins og siðvenja er fyri
í summum av grannalondum okkara?
 
Áhoyrararnir fáa eisini høvi at seta pallborðinum spurningar.

Tveir tímar
Tveir tímar eru settir av til kjakfundin í KÍ-høllini.

Byrjað verður kl. 13, tá Ingolf Olsen, journalistur og fakfelagsmaður hevur stuttan fyrilestur, har hann varpar ljós á sambandið millum politiskar flokkar og fakfeløg í Føroyum og í grannalondunum.

Síðani verður kjakið á skránni.

Tey, sum manna pallborið eru:
 
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum

Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
 
Maud W. Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum

Leivur Persson, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum

Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum

SáH





Comments

Fiskikapping á skránni ídag

14/9/2013

Comments

 
Picture
Nú klokkan 8 byrjaði tann árliga fiskikappingin hjá Draganum, meldast kann til við Dragan, sum liggur niðanfyri Brandstøðina.

Veðrið er hampuligt í løtuni, so her talar alt fyri, at vit fáa eina góða fiskikapping ídag. Tað er Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S Dragin, sum skipar fyri kappingini. Besti bátur fær gávukort frá EFFO á 3.000,00 kr. og nummar tvey fær gávukort frá Berglon á 2.000,00 kr.
 
SáH


Picture
Picture
Picture
Picture
Comments

Kvøldskúlaskráin fyri veturin 2013-14

12/9/2013

Comments

 
Picture
Aftur í ár bjóðar Klaksvíkar kommuna eina fjølbroytta og spennandi skrá í Kvøldskúlanum. Her eru tilboð fyri børn, vaksin og 60 +. Klikk á link niðanfyri, fyri at síggja skránna:


http://f28af7b29ae78e53404b-4494ca0af42ff50c5b17e1dab99a5aa6.r18.cf3.rackcdn.com/myfiles/1378908787_vetrarskra_kvoldskulin01.pdf

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.