Størsta toskin fekk Petur Andreasen, sjá mynd niðanfyri.
Vinnandi báturin fekk handa steyp frá Hans Eli Hansen og eitt ferðasteyp, somuleiðis fingu teir eitt gávubræv uppá 3000,00 kr. frá Effo. Nummar tvey fekk steyp og eitt gávubræv uppá 2000,00 kr. frá Berglon. Nummar trý fingu eisini steyp.
Veðrið var av tí besta og beint sum bátarnir komu at bryggju, kom regni og vindurin, so sigast skal, at teir vóru sera hepnir í ár.
Nakað av fólki var komi saman á bryggjuni og sum siður er, bleiv uppisøla av fiski og hvør posi fór fyri góðar 100,00 kr. og vinningurin av søluni fór óskerdur til felagið.
Stórt tillukku til Mikkjal Paula og John Erik frá okkum á Norðoya Portalinum.
SáH