NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Danskarar vilja ikki hava innflytan av muslimum

14/3/2017

Comments

 
Billede
BT hevur gjørt eina kanning, sum vísur á at tveir útav trimum danskarum ikki vilja hava innflytan av muslimum.

Tað er ein øking uppá 10 %, samborið við 2015, veit also BT at siga frá.

JáH (y) 15.03.2017

Comments

Nógv hendir á dagstovnaøkinum

13/3/2017

Comments

 
Billede
​- Samstundis sum vit hava framt eina skjóta dagstovnavíðkan við nýggju eindini til íalt 40 børn afturat í útibarnagarðinum Fjallafípan, so fer býráðið á fyrst komandi býráðsfundi at seta ein byggiskrásbólk at fyrireika ein nýggjan dagstovn í Klaksvík, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.

- Tað má vera ógvuliga sjáldan, at ein nýggj dagstovnaeind verður útvegað so skjótt, sum tað er eydnast okkum í sambandi við útibarnagarðin Fjallafípan, heldur Beinta Klakstein, nevndarforkvinna, sum fríggjadagin var á staðnum og hugdi at teimum snotuligu og rúmligu skálunum, sum nú eru settar saman til hesa nýggju eindina í Fjallafípuni í nátturuvakra umhvørvinum úti í Grøv.

- Sum forkvinna fyri trivnaðarøkið børn & ung gleðist eg um, at tað hendir nógv á dagstovnøkinum í kommununi í løtuni. Fyrst og fremst er tørvurin á plássum øktur sera nógv seinastu tíðina, og tí samtykti undanfarna býráð at víðka um Fjallafípuna við 40 plássum við eini skjótari loysn við liðugt innrættaðum skálum, sum eru framleiddir í Danmark.

Ansingartrygd í Klaksvíkar kommunu
Hesa vikuna vórðu skálarnir fluttir av Norðhavnini út í Grøv og eru nú um at verða klárir at taka í brúk, og forkvinnan heldur, at tað er sera hugtakandi at síggja, hvussu skjótt og væl úr hondum hetta er greitt.

- Hetta má sigast at vera ein sera bílig, skjót og góð loysn og ikki minst er góðskan sera góð. Eisini kunnu vit nú siga, at vit liva upp til tað sum vit sum kommuna lova, nevniliga at tað ikki er bíðilisti til at sleppa á stovn í Klaksvík.

Byrja nú at fyrireika nýggjan dagstovn
- Nú er eisini sett út í kortið at fara í gongd við at byggja nýggjan dagstovn, og her kann eg eisini gleðast um, at nú verður ein bólkur mannaður til at gera byggiskrá. Málið verður lagt fyri fyrst komandi býráðsfund.

- Miðað verður ímóti, at arbeiðið við byggiskránni verður gjørt liðugt í ár, soleiðis at arbeiðið at fyrireika sjálva byggingina kann fara í gongd í 2018.

- Ongin ivi er um, at nakrir av verandi stovnum ikki eru í nóg góðum standi og ikki eru nóg tíðarhóskandi. Bert tann eini bygningurin er bygdur til endamálið og tí er tað eisini gleðiligt at hetta verður sett í verk, heldur Beinta Klakstein.

JáH (y) 14.03.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Smyril, Ternan og Jósup avlýsa túrar í kvøld

13/3/2017

Comments

 
Billede
Strandfaraskip Landsins boðar frá at fleiri túrar hjá skipum felagsins vera ikki sigldur í kvøld vegna veður. Hetta skriva teir á heimasíðu teirra, sjá herundir:

Fyri veður verður síðsti túrur hjá Smyrli í kvøld ikki sigldur. Hetta merkir, at síðsti túrur av Krambatanga til Havnar verður kl. 11 og av Havnini suður á Krambatanga kl. 16:00.

​Fyri veður siglir Ternan síðsta túr úr Skopun kl. 18:35 og av Gomlurætt kl. 20:00. Tilkall er til túrin kl. 19:10 út í Hest.

Fyri veður verður síðsti túrur úr Havnini kl. 22:00 til Nólsoyar og úr Nólsoy kl. 22:20 ikki sigldur.

SáH

Billede
Comments

Vinnunevndin vitjað á Føroya Bjór.

11/3/2017

Comments

 
Billede
Limirnir í vinnunevndini vitjaðu Føroya Bjór í dag. 
Tey, ið luttóku vóru Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen,  Bjarni Hammer og Bjørn Kalsø. Umframt hesi sita eisini Jógvan Skorheim og Ingolf Olsen í vinnunevndini.

Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemið hjá føroyskari framleiðsluvinnu. Føroya Bjór, ið varð stovnað í 1888, telist í dag millum elstu framleiðslufyritøkur í landinum. 

Umboð frá Føroya Bjór greiddu frá avbjóðingum og møguleikum fyri hesa føroysku vinnugreinina. 

Føroya Bjór framleiðir fleiri enn 50 ymiskar vørur, ið fevnir um sodavatn, vatn, maltøl, øl, Whisky v.m.

Nú vóni eg at Føroya Bjór setti Vinnunevndina hendan spurning, at um tað ikki kundi verið loyvt hjá Føroya Bjór at selt øll sløg av teirra ølið til privatu og handilskundarnar hjá FB, tí tað er sera býtt og løgi, at man ikki kann keypa Golden Ram og aðrar sterkar øl á Føroya Bjór, men man má fara í Rúsuna at keypa tær. Sjálvandi skuldi tað eisini verið loyvt at keypt tær á Føroya Bjór.

SáH

Billede
Comments

Düsseldorf: Maðurin varð sálarliga sjúkir

10/3/2017

Comments

 
Billede
36 ára gamli maðurin úr Jugoslavia, sum gekk amokk við eini øks í tokstøðini í Düsseldorf hósdagin - er innlagdur í eitt sjúkrahús fyri sálarveik.

Níggju persónar fingu skaða og týska løgreglan heldur, at talan er um tilvildarlig offur og ikki terrorismu.

JáH (y) 11.03.2017

Comments

ST: 20 milliónir rakt av hungursneyð

10/3/2017

Comments

 
Billede
Stjórin hjá ST veit at siga frá, at yvir 20 milliónir menniskjur eru rakt av hungursneyð í fýra londum áleina - og at hetta er tann størsta krisan vit standa yvir fyri síðan 1945.

Meiri enn 20 milliónir menniskjur standa til at svølta íhjel - um vit ikki taka sakina í størsta álvara, skrivar ST á heimasíðuni hjá sær.

JáH (y) 11.03.2017

Comments

242 lík funnin í grøvum í Meksiko

10/3/2017

Comments

 
Billede
Ruðuleikin og korruptiónin í Meksiko er av teim heilt villu í løtuni og tað seinasta hálvárið - hava mynduleikarnir úr Meksiko funnið heili 242 lík í stakríkinum Veracruz áleina, veit NTB at siga frá.

Serliga eru tað mammurnar líða neyð, tí fleiri av líkunum eru av burturfluttum børnum, sum mammurnar hava leitað eftir.​

JáH (y) 11.03.2017

Comments

Uppliva Klaksvík

10/3/2017

Comments

 
Billede
Útisetar kunnu nú uppliva Klaksvík við Danny & The Veetos, fisk & kips frá Kósini, sild og makrel frá Christiani í Grótinum, onkrum leskandi frá Føroya Bjór og annað. Tiltakið verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.

Hóskvøldið 20. apríl bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum útisetum til eitt hugnakvøld í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, har tú kanst síggja, hoyra og smakka nakað av tí, sum Norðoyggjar hava at bjóða, og samstundis hoyra um vinnu- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu. 

Tiltakið er eitt upplagt høvi hjá útisetum at hoyra um møguleikarnar fyri at búseta seg og virka í økinum. Eitt nú fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at greiða frá, hvussu kommunan støðugt strembar eftir at skapa fortreytir, sum gera tað enn meira lokkandi at búgva og virka í Klaksvíkar kommunu. 

Nógv virksemi er í kommununi og harvið nógv arbeiðspláss. Á tiltakinum taka fólk lut úr lokala vinnulívinum, og fokus verður sett á verandi og framtíðar vinnumøguleikar í Klaksvík, umframt alternativar vinnumøguleikar og nýskapandi avbjóðingar innan vinnulívið í kommununi. 

Ungi klaksvíksingurin Rógvi Biskopstø, sum í dag starvast hjá Christian í Grótinum samtakinum, fer at greiða frá sínum royndum at samstarva við vinnuna í lestrartíðini, og hvussu hetta kann gagna bæði vinnuni og tí lesandi. 

Eitt eyðkenni við Klaksvík er eisini sterka íverksetaramentanin, bæði innan vinnu, mentan og onnur øki. Kommunan ynskir at vera framburðarvinarlig og hjúkla um tey góðu hugskotini. Tí fer Íverksetarahúsið at greiða frá, um møguleikarnar at skapa títt egna starv eftir loknan lestur.

Kommunan vónar at tiltakið kann skapa tilvit um vinnuna, virksemi og mentanartilboð í økinum, men ynskir samstundis eisini at geva útisetum møguleika at koma til orðanna, og tí verður møguligt á tiltakinum at seta spurningar umvegis netið, sum Jógvan Skorheim eftirfylgjandi svarar.

Tiltakið er skipað við smáum fyrilestrum, men harafturat ber eisini til at smakka Norðoyggjar. Kvøldið endar við einum braki, har tú kanst netverka og njóta fisk og kips frá JFK, royktan makrel og roykta sild frá Christiani í Grótinum og ymiskt drekkandi frá Føroya Bjór. Afturvið fært tú vælumtókta klaksvíksbólkin Danny and the Veetos. 

Á tiltakinum kanst tú eisini tryggja tær pláss til Føroya størsta tónleikatiltak, tí Summarfestivalurin burturlutar fimm atgongumerki millum luttakararnar.

Tiltakið er ókeypis og verður hósdagin 20. apríl frá kl. 19:00 til 22:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Comments

Størsta talgilda frambrotið nakrantíð

8/3/2017

Comments

 
Billede
Landsstýrið og samgongan hava lagt eitt lógaruppskot um Talgildu Føroyar fyri Løgtingið. Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum fer at seta í verk eitt talgilt undirstøðukervi í Føroyum. Talan er um eina kollvelting av, hvussu data kann skrásetast og brúkast í framtíðini, sum fer at gera tað bæði lættari og tryggari hjá stovnum, fyritøkum og øllum føroyingum. ​

Borgarin í sentrum

Ein høvuðsavbjóðing seinastu árini hevur verið, at eingin yvirskipað samskipan hevur verið á økinum, tí fyritøkur og stovnar hava hvør í sínum lagi ment ymiskar talgildar skipanir. Við Talgildu Føroyar verkætlanini verða ymisku træðrirnir savnaðir saman. Hetta merkir effektivari og smidligari mannagongdir, sum kunnu lætta um hjá øllum pørtum. Í dag hevur tú eina innritan til borgaragluggan, eina aðra til netbankan, eina triðju til SEV og kanska eina fjórðu til okkurt heilt annað. Men Talgildu Føroyar geva tær eitt talgilt samleikaprógv. Gjørligt er at gera eitt borgarakort, sum seinni kann til dømis virka sum eitt talgilt koyrikort. Ein borgaraportalur verður eisini stovnaður. Við hesum fært tú tín egna glugga, har tú kanst síggja og dagføra upplýsningar um teg, og har tú kanst fáa atgongd til og avgreiða tíni viðurskifti, eitt nú við Taks, tína kommunu, Almannaverkið, SEV, Netbankan o.s.fr. – alt á einum staði. Stovnar og fyritøkur í Føroyum fáa eisini fleiri fyrimunir við Talgildu Føroyum. Talgildi samleikin, Heldin, borgaraportalur umframt skipaðar grundardátur, fara øll á hvør sín hátt at geva nýggjar møguleikar fyri betri tænastum.

Tú fært størri ræði yvir egnum upplýsingum

Við Talgildu Føroyum fært tú eitt betur yvirlit yvir hvørjir dátugrunnar eru í Føroyum og hvat er skrásett um teg. Tað skal bera til hjá tær altíð at hava eftirlit við, hvørjar upplýsingar eru skrásettar um teg og hvør hyggur eftir hesum upplýsingunum. Samlaði kostnaðurin fyri tær fýra verkætlanirnar, ið samanlagt eru Talgildu Føroyar – Talgildi samleikin, Borgaraportalurin, Heldin og Grunddátur – er mettur at vera 150 mió. kr.

“Talgildu Føroyar er størsta frambrotið nakrantíð innan talgilding í Føroyum. Hetta átak fer at gera dagligdagin lættari hjá fólki og vinnu, fer at styrkja okkara kappingarføri, skapa nýggj størv og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum til føroyingar. Sum heild er hetta eitt týðandi fet fyri at gera okkara samfelag enn meira sjálvbjargið, tíðarhóskandi og stuðlar hartil undir málinum at skapa varandi fólkavøkstur”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Les uppskotið her

JáH (y) 09.03.2017
Kelda: Løgtingið 08.03.2017

Comments

USA: Fara at senda 1.000 hermenn til Kuvait

8/3/2017

Comments

 
Billede
Leiðslan hjá Donald J. Trump Forseta úr Amerika - umhugsa at senda eitt eyka lið uppá 1.000 hermenn til Kuvait.

Reuters veit at siga frá, at hesir menn skula vera við at basa IS (Islamiskan Stat). Og varð hetta eisini eitt av lyftunum hjá tí amerikanska Forsetanum.

JáH (y) 09.03.2017

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.