Les meira Her: "Kraftig blæsevejr rammer Danmark"
Hendan myndin er tikin tann 20 desmber 2014, tá ið Norrøna kom til Hirtshals.
SáH
Ídag og ímorgin er lova ringt veður í Danmark, har ódnin ella stormurin Dagmar rakar alt Danmark, ringast verður á Vesturstrondini, Les meira Her: "Kraftig blæsevejr rammer Danmark" Hendan myndin er tikin tann 20 desmber 2014, tá ið Norrøna kom til Hirtshals. SáH Tey eru spent og lata væl at. Í gjár byrjaði nýtt skeið í føroyskum máli og mentan fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli skipar fyri undirvísingini í samstarvi við Mentamálaráðið, og fer undirvísingin fram í hølunum hjá skúlanum í J.H.Schrøtersgøtu 1. Les meira HER JáH (y) 09.01.2014 Kelda: Tórshavnar Kommuna Serliga útgávan av teknirøðini hjá Charlie Hebdo - har blaðið broytti seg til Charia Hebdo og hevði Muhammed profetin til at vera gest-blaðstjóra verður seld dýrt. Tað serliga við tí útgávuni er, at blaðstovan bleiv bumbað, tá tað blaðið kom út í 2011 - tó ongin mansskaði varð.Tann útgavan er nemliga farin fyri góðar 750.000,00 kr og tá tosað vit also um útgávu í góðum standi. Aðrar útgávur sum eisini eru populerar eru frá 2006 - har Muhammed grætur og er umringaður av fundamentalistum við einari taluboblu, sum sigur: "Tað er hart at vera elskaður av idiotum !!!" Leiðslan hjá Charlie Hebdo hevur eisini avgjørt, at eitt nýtt blað skal koma útaftur - tí dumheitin skal ikki sigra - boða tey úr Charlie Hebdo frá. Tað er nú triðji dagur, at leitað verður eftir teim báðum brøðunum - sum vóru við til at drepa 13 fólk í Charlie Hebdo tíðindastovini - har av tríggjir vóru politistar. JáH (y) 09.01.2014 Eitt mál, sum undirritaði hevur stríðst nógv við í 2014, var at fáa Dialysuviðgerðina til okkara sjúklingar í Norðoyggjum á Klaksvíkar Sjúkrahús, har eg fleiri ferðir tosaði við landsstýrismannin í heilsumálum Karsten Hansen og sá alt sera ljósareytt út, inntil høvuðspressan, sum altíð bara arbeiðir fyri høvuðsstaðin, kom uppí leikin og gjørdi tað, til ein risa trupuleika. Skal eg siga tað beint út, so hava vit í útjegarnum, alt ov nógvar politikkara, sum als ongir nossir hava, bara høvuðstaðarpressan goyr, ja, so stinga teir hálan ímillum beinini og einki hendir. Nú hava vit hoyrt um ein yvirlækna í vikuvís ella rættari sagt mánaðarvís, har høvuðsstaðarpressan roynir alt hvat hon kann, at hesin skal vera verandi í starvinum, sum leiðandi yvirlækni í Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum, tí annars dettur allan tann deildin niður. Trúgv mær, tey vinna heilt sikkurt á Karsten Hansen, men hví skal alt detta niður, tí ein yvirlækni er ónøgdir við onkur viðurskiftir hjá sær ella á sínum stovni. Er okkara Sjúkrahús so lítið vert, at alt hongur á einum manni? men at høvuðsstaðarpressan tosar søk fyri okkara sjúklingar her norðuri, tað kemur ikki uppá tal, men kemur ein lokalpolitikkari í Tórshavn og vil niðurleggja Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús, ja, so fær viðkomandi alt tað pláss hann ella hon kann fáa. Spennandi at vita, nær okkara sjúklingar fáa Dialysuviðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús ella um tað enn einaferð eydnast teimum suðuri í Havn at vinna, tí Havnin kemur altíð í fyrsti røð, so fjandast við sjúklingunum har norðuri ella í suðri. SáH Mentanarvirðislønir Landsins verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, hósdagin tann 15. januar, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, handar heiðursbrøv til virðislønarmóttakararnar fyri 2014. Í sambandi við handanina av virðislønunum vitjar Bjørn Kalsø í Sandoynni nevnda hósdag, og Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, tekur ímóti. Seinastu árini eru Mentanarvirðislønir Landsins handaðar á ymsum støðum kring landið. Í fjør var hátíðarhaldið í Stóra Pakkhúsi í Vági, og fyrraárið fór handanin fram í Spaniastovu í Klaksvík. “Eg eri sera fegin um, at vit í ár kunnu handa Mentanarvirðislønir Landsins í Deplinum í Skálavík. Tað er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har vit nýta høvi at heiðra nøkur av okkara fremstu listafólkum. Tað gleðir meg, at hetta er eitt tiltak, ið alt landið kann verða partur av, bæði við tað at tiltakið í ár verður í Sandoynni, og at útvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum”, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Aftur í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins, sum er kr. 150.000, verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Heiðursgáva Landsins, sum er kr. 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Eisini verður latin ein virðisløn til ungt listafólk, sum er kr. 50.000. Í fjør fekk Tróndur Patursson, listamaður, Mentanarvirðisløn Landsins, Árni Dahl, bókmentafrøðingur, Heiðursgávu Landsins, og Trygvi Danielsen fekk virðislønina til ungt listafólk. Harafturat verða tvær sømdargávur, ið eru lívslangar heiðursgávur á kr. 20.000 um árið, latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik. Tiltakið verður í Deplinum í Skálavík hóskvøldið 15. januar kl 19-21. Tiltakið er alment og ókeypis, og á skránni verða røður, upplestur og tónleikur. Tiltakið verður varpað beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Nú ber til at søkja um pening til úr Arktisku Samstarvsskránni hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2015 – 2017. Endamálið við arktisku samstarvsskránni er at stuðla tilgongdum, verkætlanum og tiltøkum, ið stuðla uppundir burðadygga menning í Arktiska økinum. Tey raðfestu høvuðsøkini eru: • Fólkið í Arktis • Burðardygg vinnumenning • Umhvørvi, náttúra og veðurlag • Útbúgving og førleikamenning Fíggjarætlanin fyri samstarvsskránna er 6 milliónir krónur. Nordregio, ið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, umsitur játtanina. Umsóknarfreistin er 23. januar 2015. Til ber at lesa meira niðanfyri: http://www.nordregio.se/arcticprogramme http://www.nordregio.se/ Løgreglan leitar eftir teim báðum brotsmonnunum Cherif Kouachi og Said Kouachi, sum enn ganga leysir - eftir at teir drupu frá hond ígjár. Í alt eru 13 persónar deyðir, herav 3 politistar og 4 av teim størstu satiru-teknararum í Fraklandi. Tann triðji brotsmaðurin gav seg yvir til løgregluna ígjár - og nú gongur tann størsta menniskja-jakt í søguna eftir hinum báðum. 50.000 politistar, 32 gendarmer'ar, 5.000 spesialtroppar og 1.150 militær fólk eru við leitingin eftir teimum - í alt leita 88.000 fólk eftir Kouachi brøðrunum, sum meinast at standa aftanfyri Charles Hebdo morðini. JáH (y) 08.01.2014 Hendingin í Fraklandi hevur eisini fingið forsetin í Amerika Barack Obama - at sýna hjálp fyri at finna brotsmennirnar. Stjórin í FBI, James Comey fortaldi fyri Reuters, at eisini teir eru við til hjálpa Frakland at finna teir. Yvir 20.000 fólk vóru í dag samlaði í mið París - har tey øll róptu "Je suis Charlie" (Eg eri Charlie) til minnist um tíðindablaðið Charlie Hebdos - har 12 fólk fyrr í dag hava latið lív. JáH (y) 07.01.2015 Tað hendi í dag, at tríggjir vápnaðir menn fóru inn í tíðindastovuna Charlie Hebdos og skutu frá hond. Minst 12 fólk hava tilsamans latið lív - grundað av eini satiru-tekning av Muhammed, sum tíðindablaðið Charlie Hebdos valdi at koyra í teirra blað - júst sum tíðindablaðið Jyllandsblaðið gjørdi á sinni. Ein video florerar runt netið - har ein politistur liggur sáraður uttanfyri tíðindastovuna - og ein av teimum vápnaðu monnunum gongur heilt róligt yvir til politistin - siktin eftir og høvdinum og skjýtur. Síðan fara teir báðir mennirnir avstað við teirra bili - hin triðji sat í bilinum. Seinasta nýggja er - at mennirnir enn ganga leysir og ein tann størsta menniskja-jakt í Fraklandi er farin í gongd - og enn eru brotsmennirnir ikki funnir. JáH (y) 07.01.2014 Landsverk boðar frá nógvum vindi í morgun og fer hann for upp í 40 m/s kring knøttarnar - sí sjálvur niðanfyri: Høggareyn - 06:08: Boðað verður frá nógvum vindi. (40 m/s). Porkeri - 06:07: Boðað verður frá nógvum vindi. (38 m/s). Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:07: Boðað verður frá nógvum vindi. (40 m/s). Viðareiði - 06:08: Boðað verður frá nógvum vindi. (30 m/s). Gjáarskarð - 06:07: Boðað verður frá nógvum vindi. (34 m/s). Hvalba - 06:08: Boðað verður frá nógvum vindi. (38 m/s). Streymnes - 06:08: Boðað verður frá nógvum vindi. (30 m/s). Mykines - 06:02: Boðað verður frá nógvum vindi. (31 m/s). Við Velbastaðháls - 06:08: Boðað verður frá nógvum vindi. (27 m/s). Fámjinsvegurin - 06:05: Boðað verður frá nógvum vindi. (35 m/s). JáH (y) 07.01.2014 Kelda: Landsverk |
Greinar
May 2024
|