SáH
ì ódnarveðrinum í gjárskvøldið bleiv sendingin Spískamarið víst í KVF og hesaferð vóru tey á Viðareiði, sjá sendingina niðanfyri ella klikk á myndina til vinstru. SáH Sum veðrið er í løtuni koyrir bussleiðin ikki, men verður veðrið betri seinni, so verður bussleiðin tikin uppaftur. Fráboða verður um hetta á Norðlýsinum og klaksvik.fo, kundi kanska eisini nevnt Norðoya Portalin, men gott er, vit fylgja við eisini. Annars kanst tú næstan altíð fáa fatur á Símun á Høvdanum á Facebook :) SáH Nú nærkast ljósari tíðum. Dagurin er blivin 1 tíma longri og á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu lýsa tey, at innskriving av børnum til 1. flokk verður mánadagin. Her lýsing: Innskriving av næmingum til fyrsta flokk komandi skúlaár verður í: Skúlanum við Ósánna mánadagin 19. januar 2015 frá kl. 16.00 til kl. 18.00 Havið dóps- ella navnaseðil við. Skúlastjórin Kelda: KK SáH Myndin til vinstru er júst tikin úr Kunoy - og klokkan er áleið 04.30. Og veðrið er ikki heilt tespiligt - um ein tonkir uppá, at fara avstað til arbeiðis við bili. Spurningurin er um ein sleppur avstað til arbeiðis í dag ... vi får se ! Landsverk boðar annars frá Lorta veðrið kring Føroya knøtt. Er tað ikki hálka - jamen so er tað vindur ... hygg sjálv/ur niðanfyri: Boðað verður frá nógvum vindi: Gjáarskarð - 04:27 Stormur, Í hvirlunum upp til 40.6 m/s. Gøtueiði - 04:27 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 30.7 m/s. Tjørnuvíkarvegurin - 04:27 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27.0 m/s. Mykines - 04:21 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 28.6 m/s. við Velbstaðháls - 04:27 Skrið, Í hvirlunum upp til 27.4 m/s. Sandoy, á Brekkuni Stóru - 04:28 Skrið, Í hvirlunum upp til 27.0 m/s. Porkerishálsur - 04:27 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 31.1 m/s. Hálku fráboðan: Gjáarskarð - 04:27: Boðað verður frá hálku. Viðareiðisvegurin, á Leiti - 04:28: Roknast kann við hálku. Klaksvík, Gerðabøur - 04:28: Roknast kann við hálku. Kambsdalur - 04:28: Roknast kann við hálku . Gøtueiði - 04:27: Roknast kann við hálku . Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 04:27: Roknast kann við hálku. Runavík - 04:28: Roknast kann við hálku. Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 04:27: Roknast kann við hálku. Tjørnuvíkarvegurin - 04:27: Roknast kann við hálku. Høgareyn - 04:28: Roknast kann við hálku. Sandavágshálsur - 04:27: Roknast kann við hálku. Kaldbaksbotnur - 04:27: Roknast kann við hálku. Sund - 04:27: Roknast kann við hálku . við Velbstaðháls - 04:27: Roknast kann við hálku. Hvalba - 04:28: Roknast kann við hálku. JáH (y) 15.01.2015 Klaksvíkar Sløkkilið, sum telur tilsamans 24 mans, heiðraði undan jólum monnum sínum fyri trúgva og drúgva tænastu. Talan var um Dánjal Poulsen og Esmar Klakstein, sum hava verið við í sløkkiliðnum í 25 ár og Ernst Vágsgarð, sum hevur verið við í sløkkiliðnum 30 ár. Les meira HER JáH (y) 14.01.2015 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Í dag kemur umstrídda satiru-blaðið út aftur - eftir at fleiri satiru-teknarar lótu lív herfyri í Fraklandi. Í alt mistu 17 menniskjur lívið - grundað av álopunum í Fraklandi - fleiri av teimum kendir teknarar ... Men sum øllum kunnugt, so vilja tey sum yvirlivdu álopið ikki gevast við at tekna Muhammed tekningar og kemur tískil tað umstrídda Charlie Hebdo blaðið út aftur í dag. Blaðið verður prentað í 3 milliónum eintøkum og verður 8 síður. Tað verður umsett til 16 sprog og selt í 25 londum. Forsíðan er av Muhammed, har teksturin "Tout est Pardonné" stendur skrivaður - og sum merkir: "Alt er fyrigivið". Eisini heldur Muhammed profeturin í einum skelti: "Je suis Charlie" sum merkir: "Eg eri Charlie". Men tað er alt annað enn trygt í Fraklandi beint nú. 15.000 hermenn og politistar verja Fraklandi beint nú- tí mynduleikar í Fraklandi eru bangin fyri, at eitt annað álop er á veg. JáH (y) 14.01.2014 Eldraráðið í Klaksvík bjóðar til tiltak fyri borgarar 60 ár og eldri í Virkishúsinum Smæran á Kjalarvegi 48 í Klaksvík leygardagin tann 17. januar kl. 15.00. Les meira HER JáH (y) 14.01.2014 Kelda: Klaksvíkar Kommuna Børnum dáma væl at beistast . Og nú hava starvsfólk á dagstovnum í Tórshavnar kommunu havt evnisdag um javnvágina millum at spæla og beistast. Jan Laursen, leiðari í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini, hevur serligan áhuga fyri evninum – og hevur eisini nomið sær vitan um samspælið millum børn og tað at beistast ... Les meira HER JáH (y) 14.01.2014 Kelda: Tórshavnar Kommuna Fiskimálaráðið umsitur eina játtan á 250 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan. Les meira HER JáH (y) 14.01.2014 Gíslatøkan endaði - eftir at løgreglan og franska special force stormaðu eitt jødiskt super market. Tað sigst, at allir gíslatakarnir hava latið lív (3 í talið) - men desverri so hava eisini fýra gíslar latið lív. Teir báðir brøðurnir Kouachi brøðurnir, sum drópu 13 menniskjur á tíðindastovini Charlie Hebdo - eru eisini deyðir í einum øðrum samanhangi - har teir hildu eitt annað menniskja, sum gísla. Franska løgreglan gav 20 - 30 skot frá sær - tá teir komu leypandi ímóti frá einum bygningi - og teir lótu lív. Og tað sigst, at gíslin slapp avstað við lívinum. Men enn er franski mynduleikin uppá vakt - og ongin følir seg sikran enn í Fraklandi. JáH (y) 09.01.2014 |
Greinar
April 2024
|