Løgreglan upplýsir at talan er um tann 20 ára gamla Niels Foutain, sum slapp til rýmingar Nýggjársaftan.
Les meira HER
JáH (y) 07.01.2014
Kelda: KNR
Løgreglan í Grønlandi upplýsir at ein fangi er sloppin til rýmingar úr anstaltinum fyri dømd í Qaqortoq. Løgreglan upplýsir at talan er um tann 20 ára gamla Niels Foutain, sum slapp til rýmingar Nýggjársaftan. Les meira HER JáH (y) 07.01.2014 Kelda: KNR Libanan hevur gjørt tað truplari hjá flóttafólkið úr Syria at koma til teirra land. Tann nýggji regulin er, at nú skula tey úr Sýria hava eitt serligt pass við - sum loyvir teim at vera verandi í Libanon. Áðrenn tann nýggja regulin - kundi fólkini fara sum tey høvdu hug til Libanon - men eftir at Libanon longu hýsir eina million flóttafólk úr Syria - hava mynduleikar gjørt av, at tað skal vera strangari at koma til Libanon í framtíðini. JáH (y) 05.01.2014 Tá ið eg kom koyrandi úr Havnini í dag - tá møtti eg einum seyðafylgi gangandi mitt á vegnum í Kollafirði og sigast skal, at fleiri bilar vóru um at koyra seyðafylgi yvir - og tað var sera hált á vegnum eisini. Eg gjørdi tískil av, at fara út úr bilinum og taka myndir av tilburðinum, sum tit kunna síggja niðanfyri. Síðan í dag hevur kava meira og á veg til Kunoyar mundi eg koyrt eina haru yvir (sí myndarøð niðanfyri - seinasta mynd) - sum tó slapp við skrekkinum. Ein áheitan skal vera til allar bilførara - um at koyra ógvuliga varusliga í kvøld og ansa eftir hálku - og sanniliga eisini eftir seyði. Spurningurin er so - um allur seyðurin í Føroyum ikki burdi verið innhegnaður. JáH (y) 03.01.2014 Einki er hoyrt um talgildin av føroysku bløðunum í langa tíð og skuldi hetta arbeiðið vera liðugt í 2014 og lagt út á netið, so at vit almenningur kunnu lesa tey gomlu bløðini á netinum. Verkætlanin kostaði 800.000,00 kr. Hetta skrivar Bókasavnið við Løkin tann 8. mai 2014: Talgilda nú føroysku bløðini Hósdagin 8. mai 2014 skrivaðu Søvn Landsins og Statsbiblioteket í Århus undir sáttmála um talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum, sum eru á goymslu á........ Les meira HER Sera góð sending, sum Solby A. Christiansdóttir saman við manning í KVF vísti í gjárskvøldið, har manningin á Sigurfaranum bjargaði ein lítlar part av manningini á farmarskipinum, Mekanik Tarasov, men hevði skiparin givið teimum loyvið at byrja bjargingina fyrr, so kundi møguliga øll manningin vera bjargað. Hetta skrivar KVF um sendingina: Fimtanda februar 1982 sakk russiska farmaskipið, Mekhanik Tarasov, fyri eygunum á manningini á Sigurfara úr Klaksvík. Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum. Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap. Klikk á myndina ella klikk á hetta linki: Hjálp vit søkka SáH Kelda og myndir: Kringvarp Føroya |
Greinar
May 2024
|