NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Arbeiðið at menna eina felags KT-loysn fyri undirvísingarverkið av bakkastokki í 2021

5/10/2020

Comments

 
Billede
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2021 eru 3 mió. kr. settar av til at seta í verk eina heildarætlan at menna eina felags KT-loysn fyri fólkaskúlan, miðnám og hægi útbúgvingar.

Endamálið er at styrkja KT-umhvørvið á skúlunum. Hetta eitt nú fyri at økja um KT-trygdina í undirvísingargeiranum, betra um samskiftismøguleikar millum skúla, fakfólk og heim, og fyri sleppa undan dupultarbeiði í fyrisitingini á skúlum, hjá myndugleikum og hjá næmingum.

Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt Skúlanet, eitt felags kt-undirstøðukervi, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT-felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Fróðskaparsetrið og KT Landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, (LFS), ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á. LFS setur dik á talgilda skúlaumsiting, lærupallar og samskifti millum skúla, næming og heim. Úr LFS fáast álítandi hagtøl til skúlar, myndugleikar og politisku skipanina.

Í september fekk Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, handað tilmæli um heildarætlanina ”Saman um eina trygga KT-loysn”. Heildarætlanin er útlit av eini umfatandi tilgongd, sum byrjaði í 2019, har Undirvísingarstýrið, Nám og Uttanríkis- og mentamálaráðið hava staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum. Í tilgongdini hava stovnar, kommunur og umboð fyri allar partar av undirvísingarverkinum luttikið, so sum skúlaleiðslur, lærarar og KT-starvsfólk.  

”Risa stór menning fer fram innan KT, ið hevur við sær nýggjar møguleikar, og sum samstundis setta krøv til allar geirar í samfelagnum. Eisini í Føroyum er stór menning farin fram, eitt nú við verkætlanini Talgildu Føroyar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður. ”Tó er okkara undirvísingarverk í ein ávísan munn blivin eftirbátur, og við hesi heildarætlan vilja vit lyfta og framtíðartryggja KT-umhvørvið í undirvísingarverkinum. Eg vil tí eisini nýta høvi at takka øllum pørtunum, sum hava tikið lut og givið sítt íkast til hesa framskygdu heildarætlan.”

Í 2021 eru 3 mió. kr. settar av til heildarætlanina, meðan 37 mió. kr. eru ætlaðar til arbeiðið árini 2022-2025. Ein verklagslóg verður gjørd fyri verkætlanina. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við KT Landsins og Talgildu Føroyar. Málið er at Skúlanetið og nýggja LFS eru sett í verk í øllum undirvísingarverkinum í 2025.

Sí meira kunning um heildarætlanina á heimasíðuni hjá Undirvísingarstýrinum.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.