![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/anru-26112020-05-51-11-1-of-1.jpg?1610564111)
ANRU hevur verið til fiskiskap eystanfyri í nakrar dagar og síðani í ein dag vestanfyri.
Teir landaðu tilsamans 47.430 pund hjá Snarfrost í Miðvágu fyrr í dag.
20.500 pund var toskur, 26.430 pund hýsa og 500 pund onnur fiskasløg.
Hýsan varð seld beinleiðis til fiskakeypara og restin varð boðið út á Fiskamarknaðinum.
Skipið var fult upp undir lúkurnar og meira afturat.
Mitt í seinastu viku landaði ANRU 26.000 pund í Leirvík.
ANRU fer væntandi til fiskiskap aftur í morgin.
SáH
ANRU - ( KG 730 )- (SNARFROST)13-01-2021 9.765