ANRU á veg inn frá fiskileið, mynd tikin klokkan 07:35 í morgun. Takk fyri myndina tit umborð ANRU og veldigt at tit hava fingið ein super góðan túr
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 65.000 pund, tað mest var hýsa og longa, 41.800 pund hýsa, 15.500 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 2. juli, so hetta gjørdist eina sera skjótir og góður túrur.
Skipari á ANRU er Gundur Sørensen.
Landa verður til Snarfrost klokkan 10:00 í morgun.
SáH
ANRU – ( KG 730 )(SNARFROST)-07-07-2022 31.070
RSS Feed