Sjálvir siga teir, at teir eru eftir teimum - tí at stórhvalurin er eitt hótt djóraslag og at Ísland selur hvalakjøti víðari til Japans (les teirra grundgeving HER).
Men Portalurin í Føroyum hevur fleiri ferðir verið koyrdir niður og spurningurin er um Anonymous eisini ger skaða her í Føroyum. Og eisini vit á Norðoya Portali hava merkt til ymiskt "spamm", sum kann hava samband við Anonymous hack'ara-bólkin eisini. Tað vita vit ikki uppá núverandi tíðspunkt. Ígjár varð eisini óregluligt samband á Portalinum ..!
Og tá skal so eisini nevnast, vit í Føroyum drepa ikki fyri at selja víðari og at Grindahvalurin ikki er eitt hótt djóraslag - so vit vita ikki - hví Anonymous skal fara eftir okkum føroyingum ..! Ella um tey bert eru hack'arar úr Sea Shepherd, sum royna at gera um seg í Føroyum ..! Sjá video niðanfyri - har Anonymous ávarar Ísland.
JáH (y) 02.12.2015