NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Altjóða Sálarheilsudegnum

11/10/2021

Comments

 
Picture
Aftur í ár skipaði Sinnibati fyri stórum tiltaki í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu á Altjóða Sálarheilsudagin í dag 10. oktober 2021.

Skráin var fjølbroytt og spennandi við bæði framløgum, tónleiki, og har stovnar og feløg vístu sítt virksemi fram í básum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum setti dagin og bar fram røðu. Har segði hon millum annað:

Dagliga arbeiði tykkara í felagnum, við upplýsing, fyribyrging og einum miðvísum arbeiði, har tit vísa á tørvin á neyðugari raðfesting av sálarliga økinum, hevur gjørt mun.
Røðan kann lesast niðanfyri:

Góðan dag, øll somul!

So eru vit aftur savnaði her í Perluni og á Reinsarínum at markera sálarheilsuna. Eitt neyðugt og gott átak, sum tit í Sinnisbata árliga skipa fyri á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober. Og aftur í ár við eini spennandi skrá við bæði framløgum, við tónleiki, og har stovnar og feløg vísa sítt virksemi fram í básum.

“Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”, hetta er yvirskipaða evnið, sum Heims Sálarheilsu-felagsskapurin hevur valt at vera evni fyri dagin í ár. Ein ógvuliga viðkomandi yvirskrift, eisini her heima hjá okkum í Føroyum.

Kanningar, bæði úr útlondum, og tann, sum Fólkaheilsuráðið fekk gjørt her hjá okkum sjálvum í 2019, tala fyri seg. Tað eru tey ungu, ið eru ringast fyri sálarliga. Tað er greitt, at alsamt fleiri ung ikki trívast og eru strongd.

Tørvur er á, at vit í størri mun kunnu styrkja sálarligu heilsuna hjá teimum ungu og soleiðis bróta neiligu gongdina. Og tað er Fólkaheilsuráðið eisini við til at taka ábyrgd av, nú tey júst hesa vikuna, á fjórða ári, skipa fyri ABC viku.

Afturat luttøkuni her í dag, so hevur Fólkaheilsuráðið vitjað yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum. Her hava tey kunnað tey ungu um, hvussu tey kunnu styrkja sálarligu heilsuna. Boðskapurin er, at óansæð, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella longu hevur eina góða sálarliga heilsu, so hevur tað eina jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna, at:

vera virkin, saman og hugbundin.
Eisini skulu vit minnast til alla tíðina at hava í huga, hvussu vit kunnu gera okkurt gott fyri okkum sjálvi og ikki minni fyri okkara medmenniskju.

Okkara ungu við sálarsjúku eiga at fáa tað viðgerð og tey tilboð, sum teimum tørvar. Tí er neyðugt at seta inn breitt. Og hóast vit enn ikki eru komin heilt á mál, so eru átøk framd.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum fegnist eg um tilboðið bú- og viðgerðarstovnurin Stoffalág, sum er skipað í samstarvi við millum annað psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og sosialráðgevarar í Almannaverkinum. Endamálið her er, at geva teimum ungu eitt sjálvbjargið og innihaldsríkt lív, sum ger, at tey kunnu taka virknan lut í samfelagnum.

Eisini hava vit í 2021 fingið tilboð um ókeypis sálarliga hjálp til tey 15-35 ára gomlu. Hetta er ein týðandi partur av arbeiðinum við einum tíðliga innsatsi.

Og so er at gleðast um, at tað bar á mál við at fáa hækka játtanina í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár til Fountainhúsið. Tað er neyðugt, at góða arbeiðið við arbeiðsrættaðum tilboði, kann mennast víðari.

Fólk við sálarsjúku hava søguliga verið ein minniluti í samfelagnum.  Ein av framløgunum á skránni her í dag er “Psykiatri í Føroyum - eitt søguligt innlit". Trý lesandi á Setrinum hava arbeitt við hesum í eini verkætlan, og eri eg sera spent at hoyra tykkara framløgu.

Upplýsing og kunning um sálarsjúku er eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata. At fáa eitt betri innlit í tann søguliga partin fremur sanniliga eisini okkara innlit og setur tingini í perspektiv. Søgan skal ikki tigast burtur - hon er við til at slóða fyri meir opinleika. Hóast nógv er broytt til tað betra, so má áhaldandi arbeiðast við at fáa tað tabu, sum er um sinniligar diagnosur, burtur.

Tykkara arbeiði í Sinnisbata er gull vert fyri okkara samfelag. Ikki minni at  tit markera Altjóða Sálarheilsudagin og eisini her varpa ljós á sálarliga heilsu.

Dagliga arbeiði tykkara í felagnum, við upplýsing, fyribyrging og einum miðvísum arbeiði, har tit vísa á tørvin á neyðugari raðfesting av sálarliga økinum, hevur gjørt mun. Eg fari at enda við enn einaferð at takka tykkum fyri tykkara áhaldni.

Takk fyri!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Almannamálaráðið

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.