Nú veit undirritaði als ikki hvønn lýsingarpolitikk Klaksvíkar Kommuna hevur, men tað hevði verið áhugavert, at fingið hann útgreinaðan. Eitt nú hvussu nógv miðlafólk Klaksvíkar Kommuna hevur og hvat tey kosta Klaksvíkar Kommunu um árið.
Her nakrir spurningar:
1. Hvussu nógv verður lýst fyri í Norðlýsinum og hvussu nógv verður lýst fyri á Norðoya Portalinum um árið?
2. Hvussu nógv verður lýst í hinum fjølmiðlunum í Føroyum um árið?
3. Hvussu nógvar pengar verður lýst fyri viðvíkandi ferðavinnuna pr. ár ?
4.Hvussu nógv verður lýst fyri ferðamannaskipinum pr. ár?
5. Hvussu nógv kostar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu um árið?
6. Eisini hevði verið gott, at fingið at vita, hvussu nógvir pengar eru avsettir í lýsingarpengum um árið og hvat er samlaða upphæddin lýst verður fyri árið.
Árið er næstan komi at enda, so tað hevði verið gott, at vit fingu tølini áðrenn 2016, so man kundi samanmeta tølini við okkara kappingarneytar og so kundi man sett út í kortið. Hvussu samstarvið við Klaksvíkar Kommunu framhaldandi skal vera fyri 2016. Okkara partur skal ikki liggja eftir.
Vinarlig heilsan
Norðoya Portalurin
Stangarvegur 4
FO-700 Klaksvík
Símun á Høvdanum
Stjóri
Meyl sent til [email protected] tann 21.12.2015