Broytingin hevur við sær, at fyritíðarpensjónistar, sum brúka nógvan heilivág, frameftir skulu rinda minni.
Tá ið fólk keypa heilivág kunna tey fáa tilskot, um heilivágurin er tilskotsheimilaður.
Í dag er hetta markið umleið 2.050 krónur um árið, meðan fólkapenjsónistar í mesta lagi rinda góðar 1.300 krónur um árið fyri hendan heilivágin. Børn undir 18 rinda ikki egingjald.
Sostatt lækkar egingjaldið hjá fyritíðarpensjónistum við knøppum 750 krónur um árið fyri tilskotsheimilaðan heilivág.
Tilskotsnevndin tikin av
Ein onnur broyting í samtykta uppskotinum er, at Tilskotsnevndin verður tikin av. Uppgávurnar hjá nevndini verða nú lagdar til Landsapotekaran at umsita.
Broytingarnar koma í gildi tann 1. mai 2018.
JáH (y) 18.04.2018
Kelda: Løgtingið