Norðoya Portalurin var og vitjaði og har var gott lag á fólkum. Hetta var kl. 13.30 og tá vóru ikki nógvar brillur eftir.
Tey høvdu tá býtt góðar 900 brillur út.
hetta skrivar Tryggingarfelagið á heimasíðuni hjá teimum:
Í dag møttu nógv fólk upp á okkara deild í Klaksvík, har trygdarbrillur vórðu latnar vitjandi. Talan var um "først til mølle".
Í morgin vera ókeypis trygdarbrillur at fáa á okkara deild í Saltangará. GEVIÐ GÆTUR: Talan er um avmarkaða nøgd! Latið verður í mesta lagi 4 trygdarbrillur pr. húski.
Tað er IKKI møguligt at bíleggja ella leggja trygdarbrillur av. Ókeypis trygdarbrillur frá okkum eru einans at fáa so leingi tær eru á goymslu lýstu tíðarskeið.
Her nakrar myndir frá ídag og takkar Norðoya Portalurin fyri okkara brillur.
SáH