Í gjár fingu allar deildir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hvør sína kurv, við sunnum og søtum í. Vit eru so glað og takksom fyri hesa heilsu og uppmuntran 🥰🥰🥰
Kelda: Klaksvíkar Sjúkrahús
SáH
Á Kortinum stóð:
Takk fyri tað framúrskarandi arbeiði sum tit gera fyri okkara land og fólk í hesum døgum.
Vit virðismeta tykkum og tað sum tit gera sera høgt. Tit eru hvønn dag við í okkara bønum.
Hetta er bert ein lítil tøkk og uppmuntran til tykkum.
Guds signing
Samkoman Keldan