Skiparin skrivar hetta á hansara Facebook vanga:
Kennist nakar við hettar slagið, vit fingu hendan í einari skøtu, úti á bankanum í dag?
Onkur svarar og heldur hatta er ein Floyfiskur, soleiðis skrivar Havstovan um Floyfiskin:
Frá suðurlandinum í Íslandi til Føroyabanka og Føroyar, Lofoten, donsku farvøtnini til Biscaya. Við Azorurnar og suður til Mauritania, Miðjarðarhavið, vestara og norðara part, umframt vestara part av Svartahavinum.
Dýpið er frá umleið 4-5 metrum út á 200.
Verður í mesta lagið 30 cm langur.
Her myndir Hjalti Poulsen skiparin á Ågot tók í dag: