Av tí at tað ikki eydnaðist at manna nevndina í Ægir á farna aðalfundi, verður hervið lýst við eyka aðalfundi mikukvøldi 27 apríl 2022 kl. 19. Staðseting kemur seinni.
Tríggjir nevndarlimir standa fyri valið, og verður bert nevndarval á skrá. Øll áhugaði eru vælkomin at stilla upp.
Verður nevndin framvegis ikki fullmannað, skal nevndin taka støðu til framtíð felagsins.
Nevndin