NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ABC barnahjálp nýtt navn og búmerki

6/1/2016

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

ABC barnahjálp fer framyvir at virka undir hjánavninum Føroyska barnahjálpin og er nú sjálvstøðugur føroyskur hjálparfelagsskapur. Hjálparbeiðið er óbroytt og heldur fram á sama hátt, sum frammanundan

ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desember 2006 í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi, og sum ein partur av ABC barnahjálp International.

Orsakað av broytingum í íslendska felagsskapinum, gjørdi føroyska nevndin av at broyta viðtøkur og navn og gerast sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur.

Hjálpararbeiðið er tó óbroytt og hildið verður fram á sama hátt sum undanfarnu árini.

Barnahjálpin, sum felagsskapurin oftast hevur verði kallaður, stuðlar umleið 200 einstøkum børnum í ávíkavist Liberia, Senegal, Pakistan og á Filipsoyggjunum. Í India stuðlar Føroyska barnahjálpin einum skúlaflokki og í Kenja einari familju. Ætlanin er eisini at fara undir at stuðla einstøkum børnum har.

Virksemið er vaksið nógv seinasta árið og økir tað um krøvini til raksturin. Nevndin hevur tí gjørt av at taka 7 prosent av innkomnum stuðli til raksturin. Umframt kemur nakað av peningin inn frá fyritøkum og einstaklingum beinleiðis til raksturin. Hetta hevur gjørt tað møguligt at sett Hildu Viderø í partíðarstarv hjá Barnahjálpini. Høvuðsuppgáva hennara er at leiða arbeiðið í Liberia. Umframt ferðast hon runt í Føroyum og greiðir frá arbeiðinum hjá Barnahjálpini. 

Tað kostar frá kr. 200 – 300 kr. at stuðla einum barni við skúlagongd. Á heimasíðuni, www.barnahjalp.fo, finnast upplýsingar um stuðulsskipanina.

Í handlunum kring landið standa bússur hjá Føroysku barnahjálpini. Enn hava tær navn og logo hjá ABC barnahjálp, men hetta verður broytt, so hvørt bússurnar verða skiftar út.

Nýggja búmerkið

 Tað er Hans Jákup Elkjær, grafiskur sniðgevi, sum starvast hjá fyritøkuni Krea, sum hevur gjørt búmerkið.

 Um búmerkið sigur hann:

 ​"​Búmerkið vísir eitt hjarta, eitt fólk og eina bók.

 Verður hugt eftir reyðu hálvrundingunum og tí bláa rygginum í bókini, sæst eitt hjartað.

 Eitt hjarta, sum vísir hjartalag, sum skal avspeglast í okkara gerðum. Strikurnar​ ​omanfyri hjartað, gerð hjartað livandi. Eitt hjarta, sum bankar fyri okkara næsta.

 Reyðu strikurnar omanfyri hjartað, skapa eitt hjartað aftanfyri hjartað sum sæst. Hetta​ ​skal ímynda tað dubulta kærleiksboðið. “Elska næsta tín sum sjálvan teg.”

 Fólkið kann bæði vera ein persónur, men kann eisini vera ein eingil. Hvíta feltið sum fer​ ​í gjøgnum reyða og bláa partin, er bein og armar. Men er somuleiðis matimatisk tekin​ ​pluss og minus. Reyði rundingurin er tá partur av minussinum.

Hvítu linjurnar sum eru í millum bæði hjørtuni, ímynda armar hjá einum persóni​,​ sum​ ​verður borin av tveimum persónum. Reyðu hálvrundingarnir á báðum síðum eru herðar​, s​um bera.

Bókin hevur tvær síður og ein rygg. Hetta skal ímynda tríggjar súlur sum lærdómurin​ ​ber við sær.”

Føroyska ​b​arnahjálpin

​Rúna Sivertsen, forkvinna​
Tlf.: 222585
T-postur abc@barnahjalp.fo
www.barnahjalp.fo

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.