96 tilburðir í gjár og nú eru heili 596 smittaði, 7 innløgd og 13 deyð
Í gjár vóru 96 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
3027 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 596 smittað og sjey eru innløgd við koronu í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið