Í løtuni eru 9 Nato herskip sunnanfyri Borðoyavík og hava tey flotavenjing í føroyskum sjóøki, hetta skrivaði Uttanríkis- og Mentamálaráðið tann 13. juni, samsvara ikki ordiliga við at “Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum”, men munnu hesi ikki vera komin millum oyggjarnar vegna stormin í gjár og í dag.
NATO venjing í føroyskum sjóøki
Mánadagin fer flotavenjing hjá NATO undir heitinum Dynamic Mongoose av bakkastokki. Venjingin byrjar í Reykjavík, heldur á í 11 dagar og endar í Bergen. Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroysk sjóøki, at gera siglingarvenjingar. Flogið verður eisini í sambandi við venjingina.
Tilsamans 11 skip, tríggir kavbátar og 16 patruljuflogflør úr Bretland, Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Danmark, Noreg, USA og Týsklandi eru við í venjingini. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurhøvum.
Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at okkurt av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri.
Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja til tess ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.
Skip og bátar kunnu eisini venda sær til Vørn/MRCC.