Hon hevur fingið kelunavnið "Tann kvinnuligi Hannibal Lecter" - tí hon drap ikki bara mannin hjá sær. Hon ár hansara hjarta, nøs og kynsdeilir.
Hon hevur kókað hansara kroppspartar í einari grýtu í køkinum hjá henni í bygdini Longwhy sum liggur í Fraklandið. Hetta skal vera hent tann 22. Mai í ár.
Mynduleikarnir fortelja soleiðis frá: "Tann ákærda hevur kókað hjartað, nøsina og kynsdeilirnar í einari grýtu - men vit vita annars ikki um hon eisini hevur etið kropspartarnar."
Hon hevur annars fingið tað óhugnaliga navnið frá filminum "The Silence of the Lambs" har Anthony Hopkins spælir rolluna sum ein kannibal seriumordari.
Sakførarin hjá Caroline Depretz segði at hennara klientur hevur vrangforstillingar og legði afturat: "Hon varð nokk í tí svaka lagnum, tá hon gjørdi hesa brotsgerð."
Konan er í varðhaldi í fongslum fyri sinnisveik og har verður hon so testa um hon kann standa fyri svart fyri hennara brotsgerð.
JáH (y) 21.06.2014