Bulurin í arbeiðinum hjá Bláa Krossi er at fyribyrgja og skapa tryggleika. Hetta er í tráð við virðini hjá Stuðulsgrunninum, og tí fegnast vit um at stuðla Bláa Krossi við hesi verkætlan, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.
Betri samtakið leggur stóran dent á at vísa samfelagsábyrgd. Hetta kemur serliga til sjóndar í Betri Stuðulsgrunninum, sum veitir stuðul til nógvar tryggleikaskapandi verkætlanir um árið. Vit merkja, at okkara stuðul er komið á eitt gott stað og ynskja Bláa Krossi allarbestu eydnu við fyribyrgjandi arbeiðinum framyvir, sigur Evy Jacobsen.
Betri Stuðulsgrunnurin