Tað er eitt afturvendandi kjak, um fólk fáa minni trupulleikar við stoffmisbrúk um vit herða handhevjingina av lógini ella rætti vegurin er at avkriminalsera misbrúkarnir.
Tað eru nógvar meiningar hvat er rætt og ikki rætt, og tað eru eisini stór ivamál um hvat fyri kanningar eru gjørdar, hvat eru gitingar og hvat ein hugmynd.
Hvat liggur í orðinum avkriminalsering og legalisering? Skal Cannabis/Hamp/Hash/Pot og narkotika javnsetast við alkohol? Ella eru tað aðrir mátar at stýra tíð uppá? Og hvørjir fordeilur og vansar eru við teimum ymisku mátinum at stýra tíð uppá? Er tað møguligt at brúka somu skipan sum nú við avkriminalsering? Hvat er próvførslan hjá teimum sum eru fyri og ímóti? Við hesari ráðstevnu er ætlanin at skapa eitt forum, har viðhaldsfólk og mótstøðufólk av skipanin sum er í dag leggja tær ymisku meiningar og kanningar fram. Tað er ætlanin at ráðstevnan skal kom allan vegur runt um hetta evni og hjálpa Ráðnum fyri Sosial Belastaði at taka støðu til verandi skipan á narkotika umráðinum.
Tað er Rådet for Socialt Udsatte, RSU sum skipar fyri ráðstevnuni og hon er 2.desember Kl.09.00-16.00 á Hotel Scandic í Sydhavnen.