Drápið tók bert 5. min. og so vóru allir hvalirnir skornir á háls.
Seðlarnir komu út kl. 07.00 ímorgun og varð býtt í drápspartir og hesir vóru stórir. 1.2 skinn í part. Merkt vóru 294 skinn.
Nú munnu allar frystiboksir vera væl og viruliga fullar í Hvannasundi/Norðdepli. Har hava verið sera nógvar grindir hetta summarið, men kenni eg Sundamenn rætt, so vilja teir hava meira, líkjast næstan Gerðamonnum í Klaksvík hehehehehe.
Annars frættist frá Norðdepli ímorgun, at væl var skorið upp og grindin var tikin væl upp.
SáH