
Eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Sandoynni mikudagin. 45 fólk lótu seg koppseta á Sandoynni.
Nú hava 38.647 fólk fingið fyrru koppsetingina. 36.713 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. 11 fólk hava fingið trý prik.
Tilsamans 75.371 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Koppsetingarbólkurin