Sum vant, tá ið smittan er í Tórshavn, so hendur lítið og einki og alt gongur sína vanligu gongd, soleiðis verður eisini hesaferð.
Hetta skrivar Corona.fo á sínari heimasíðu:
Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.
Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo
Heilsumálaráðið