Hetta segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í røðu á Arctic Circle Assembly í Reykjavík í kvøld. Heitið á røðuni var “The Faroe Islands in the New Arctic.”
“Tíverri eru tíðindi úr Arktis sjáldan góð tíðindi. Avbjóðingarnar eru nógvar, og tær eru ymiskar. [...] Tað er avgerandi, at vit finna javnvágina millum búskaparliga framgongd øðrumegin, uttan at hetta gongur út yvir umhvørvið hinumegin. [...] Vit skapa virði í okkara samfelag, uttan at oyðileggja møguleikan hjá komandi ættarliðum at gera tað sama.
Vit skulu vera fremst á grøna økinum, tí nýskapandi loysnir kunnu roynast og mennast í Føroyum. [...] At vinnulív okkara raðfestir grøna skiftið og minkar nógv um sítt útlát, er eisini sterk ábending um, at vit bæði kunnu vaksa og eiga at vaksa, hóast vit miðja móti eini grønari framtíð, segði Bárður á Steig Nielsen.
Les alla røðuna á enskum her.
Løgmansskrivstova