Í eini konserthøll kallað Bataclan, mitt í París, fóru terroristarnir í gongd við at drepa fólk.
Franska løgreglan stormaði bygningin og hevur dripið 8 terroristar (minst 3 av hesum sprongdu seg sjálvar í luftina). Og enn veit Løgreglan ikki í Fraklandi, um tey høvdu fingið fatur í allar.
Men yvir hundrað menniskjur latið lív og roknast kann við at minst 128 hava latið lív av skotum og bumbum kring París.
Áhoyrarar kring konsertina, sum skuldi vera - halda at tey hoyrdu onkran álopsmann rópa: "Tað er franski forsetin Hollende sum hevur skuldina av hesum. Hann skuldi ikki havt blanda seg í Sýria!"
Fólk kring alt Fraklandi vera nú biðin at halda seg innandura - tí franska Løgreglan er slett ikki vís í, at alt er yvirstaðið. Vit á Norðoya Portali fara at fylgja hesum málið og skriva meira um hetta, tá ið meir fæst at vita - um hví ósek menniskjur í París skuldu lata lív í seinastu nátt av terroristum. Tað eru annars góðir 10 mánaðir síðani, at álop varð á Charlie Hebdo, har 12 menniskjur blivu skotin og dripin.
JáH (y) 14.11.2015