![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/corona-2021-3.jpg?1626101293)
Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dagskannineg eftir komu. Í 8 førum er smittukeldan kend og í 2 førum er hon ókend.
2680 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 331.636 kanningar.
880 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 776 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 103 persónar smittaðir við Covid-19.
Heilsumálaráðið