Tað gongur framvegis sera væl at handfara koppingarevni, og mest sum einki koppingarevni fer fyri skeyti. Starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum koppsettu tilsamans 1.354 fólk úr hesari seinastu sendingini frá Pfizer, og tað er á leið sama tal av koppsetingum, sum hevur verið síðani vit byrjaðu. Samanborið við donsku royndirnar við Pfizer-koppingarevninum, so er hetta talið høgt. Nýggjasta støðufrágreiðingin frá danska heilsustýrinum sigur, at talið í Danmark í miðal er um 1.200 koppsetingar úr hvørjari sending. Tað svarar til, at vit í Føroyum fáa 13 prosent meira koppingarevni úr hvørjari sending frá Pfizer/BioNTech.
Nú eru tilsamans 9.427 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.388 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4039 fólk hava fingið tað seinnu, og eru sostatt liðugt koppsett.
Heilsamálaráðið