NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Í ár fara børnini at sansa-svansa, hoppa-skroppa og reiggja-sveiggja

7/3/2014

Comments

 
Picture
Ásannandi, at børnini tey fyrstu árini av lívinum læra og mennast ígjøgnum likamið, fer alt dagstovnaøkið í Norðoyggjum í 2014 at seta fokus á sansubúningina hjá børnum.

Tað er gjøgnum kroppin, at børnini læra og mennast tey fyrstu barnaárini, og tí er tað sera umráðandi, at børnini í sínum nærumhvørvi fáa avbjóðingar, sum kunnu stimbra bæði innaru og uttaru sansirnar.

Við hóskandi sansustimbran menna børn sínar kropsligu, sosialu, mentalu, málsligu, matematisku og musisku førleikar, umframt at tey fáa eina góða rúm- og rætningskenslu, so tey lættari kunnu navigera gjøgnum lívið sum heild.

Tað eru serliga teir tríggir sansirnir, sum á altjóða fakmálið nevnast vestibulersanurin, taktilsansurin og tann kinestetiski sansurin, sum her verður hugsað um. 

Vestibulersansurin – eisini nevndur javnvág- og tyngdarsansurin
• Børn kenna seg ofta drigin at royna aktivitetir, sum geva ógvusliga ávirkan á jávnvág- og tyngdarsansin.
• Børnini elska at hoppa, reiggja, mála, bólta rút og danda.
• Við slíkum aktivitetum lærir og upplivir barnið – bæði rørsluliga og sálarliga – at tað fær kunnleika til sín egna kropp, trygt fótafesti og gott jarðsamband.

Taktilsansurin – eisini nevndur húða- og følisansurin
• Í húðini eru nógvar sansakyknur, sum bera okkum nógv ymisk og fjøltáttað boð.
• Gjøgnum henda sans kenna vit pínu, heitt og kalt, vátt og turt, og tá ið vit verða nomin við, ella vit nerta við eitthvørt. 
• Hesin sansur mennist eitt nú við at vera úti í øllum veðri, har vit merkja ta heitu sólina, tann kalda kavan, regnið og vindin.
• At spæla við sand, runu, vatn, gandadeiggj o. líkn. stimbrar eisini hesa menning.
• Hóskandi stimbran av húða- og følisansinum hevur stóran týdning fyri trivnað, yvirliving, uppliving, læring og menning.

Kinestetiskisansurin – eisini nevndur liða- og vøddasansurin
• Hesin sansur fortelur okkum, hvar hvør einstakur likamslutur er, og hvussu hesir eru í rørslu.
• Børn læra her at fáa eina fatan av rúmi og rætningi.
• Eitt nú læra børn at meta rætt um frástøður og ferð, tá ið tey reiggja ella sparka ein bólt.
• Í sambandi við at leypa læra børn m.a. at taka røtt atlit, tá tey skulu meta um støður. Til dømis: “Her klári eg at leypa uppum uttan at detta”.

Samstundis, sum hetta er stuttligt hjá børnum, er her eisini talan um fyribyrgjandi tiltak, so sleppast kann undan truplum viðurskiftum seinni í lívinum vegna vantandi menning.

Sansustimbran skal virka fyri, at børn fáa eina góða kropsfatan, og at tey megna fjøltáttaðar rørsluligar avbjóðingar. 

Samstarv er eisini fingið í lag við Jóngerð Biskopstøð, fysioterapeut, sum fer at luttaka á starvsfólkafundum og felags foreldrafundi hjá dagstovnunum.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly