
Teldupostarnir floymdu inn til Tórshavnar kommunu, tá ið vinnunevndin herfyri sóknaðist eftir hugskotum til, hvussu vit kunnu víðka møguleikarnar hjá okkum øllum at halda summarfrí í høvuðsstaðnum, nú korona vil hava okkum at vera heima í alt summar.
Tað er at frøast um, at umleið 200 hugskot komu inn til hesa frítíðarætlan, sum hevur til endamáls at dagføra og útbyggja møguleikarnar at njóta frítíðina í høvuðsstaðnum og í náttúruni kring høvuðsstaðin.
Hugskotini fevna m.a. um spælipláss, fleiri beinkir og borð úti í náttúruni, betri møguleikar at svimja á sjónum, sólstólar, útikaféir, uttandura konsertir, uttandura biograf og nógv annað. Vit takka fyri øll hugskotini, sum ein arbeiðsbólkur nú fer at viðgera nærri.
Talan verður um eina frítíðarætlan, ið kann førast út í lívið uttan langar fyrireikingar, og sum lýkur krøvini í almennu korona-tilráðingunum. Vit skulu sostatt hava skjótar loysnir á borðið, sum bera væl til, og sum allir borgarar í Tórshavnar kommunu og allir føroyingar, kunnu fáa gleði av í summar.
Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndin
Tórshavnar býráð