Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
3444 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 363 smittað og trý eru innløgd við koronu í Føroyum.
Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri
Í gjár vóru 61 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. 3444 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 363 smittað og trý eru innløgd við koronu í Føroyum. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri Nakrir av okkara útróðrarbátum hava verið til útróðrar í dag. Roynt bleiv eystanfyri Føroyar og norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir tilsamans 29.168 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá allar sølurnar herundir. Veiðan bleiv landa til NFCS og Sjógæti, Brandur landaði í Hvannasund. SáH NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-17-12-2021 3.900 STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-17-12-2021 2.234 BRAGD – ( KG 642 )SJÓGÆTI17-12-2021 3.730 BRANDUR – ( KG 557 )HVANNASUNDS HAVN-17-12-2021 4.720 Frameftir verður koppsetingin í Klaksvík á Norðoya apotek. Avtala er gjørd við apotekið um at taka sær av koronukoppsetingin frá 28. desember. Í skjótt eitt ár hevur verið koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava gjørt slakar 20.000 koppsetingar síðani serlæknin Poul Verner fekk fyrsta prikið tann 30. desember 2020. Nú er avtala gjørd við Apoteksverkið um, at koppsetingarnar í Klaksvík frameftir verður á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi. Fyrstu koppsetingarnar verða á apotekinum tann 28. desember. Undirvísing í koppseting fyri starvsfólk í Apoteksverkinum verður í vikuskiftinum. Starvsfólk á Norðoya apotek verða eisini hjástødd, tá ið seinasta koronukoppsetingin á hesum sinnið verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikudagin tann 22. desember. Fólk skulu enn sum áður bíleggja tíð her á www.korona.fo. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri Fyri góðum ári síðani kom Einar´s Distillery út við Føroya fyrstu whisky. Síðani eru 4 aðrar útgávur komnar, og fríggjadagin 17. desember kemur so sætta útgávan av Einar´s whisky. Hendan útgávan er ein blanding av 4 oloroso sherry tunnum, tveimum 250 liturs og tveimum 90 liturs tunnum. Fløskan er tappað við fullari fatstyrki á 56.5% og tað eru gjørdar 1198 fløskur. Eisini hesuferð eru skoðsmálini góð frá Jim Murray, rithøvundur av The Whisky Bible, sum gevur henni 91 stig út av 100. Millum annað sigur hann: ”Just as batch 5, this exudes quality throughout. No off notes, no raving imbalances. For it´s age… this remains a remarkably good whisky”. Officiellu smakksnoturnar til batch 6 eru hesar: Litur: Russet Muscat Nose: Green apples, dark chocolate, cinnamon, pineapple and raw marzipan. Taste: Chocolate chip cookie dough, pears, salted caramel, English winegums and butterscotch Finish: Orange zest, cut grass, raisins and liquorice root Batch 6 fæst til keyps í rúsunum kring landið, í Duty Free á flogvøllinum og umborð á Norrönu, fríggjamorgunin 17. desember kl 10. Føroya Bjór Triðja prikið verður framskundað Royndir aðrastaðni vísa, at fólk, ið hava fingið eina triðu koppseting fyri COVID-19 eru betri vard ímóti Omikron-frábrigdinum enn onnur. Tí hevur føroyski koppsetingarbólkurin gjørt av at bjóða øllum oman fyri 40 ár triðja prikið longu 140 dagar eftir annað prikið Nú kunnu øll fólk, ið eru 40 ár ella eldri, og sum hava fingið tvær koppsetingar fyri COVID-19, fáa triðja prikið – tann sonevnda boostaran – longu hálvan fimta mánað, tað er 140 dagar, aftaná annað prikið. Frammanundan hevur verið galdandi, at triðja prikið kundi fáast eitt hálvt ár, tað er 180 dagar, eftir annað prikið, og henda treytin er enn galdandi fyri fólk yngri enn 40 ár. Orsøkin til framskundaða triðja prikið er nýggja og sera illa smittandi Omikron-frábrigdið av COVID-19. Royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at fólk, sum hava fingið triðja prikið, eru betri vard ímóti nýggja frábrigdinum enn onnur. "Omikron-frábrigdi smittar illa og breiðir seg skjótt, og vit vita ikki enn júst hvussu álvarsliga sjúku, tað kann elva til. Men vit vita, at triðja prikið eisini gevur betri verju ímóti Omikron eins og ímóti øllum hinum frabrigdunum. Tí vil eg viðmæla, at øll fólk 40 ár og eldri taka av hesum nýggja tilboðnum um skjótari atgongd til triðu koppsetingina, nú veturin er í durunum, og vit øll eru meira viðkvom fyri smittu og sjúku”, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum. Fólk, sum hava koronupassið, kunnu lættliga sjálv fylgja við, nær tey kunnu bíleggja tíð til triðja prikið, tí í koronupassinum stendur, hvussu nógvir dagar eru gingnir síðan fyrru prikini. Fólk, ið eru 40 ár ella eldri, og tað eru gingnir 140 dagar ella meira síðan annað prikið, kunnu nú bíleggja tíð til triðja prikið. Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri Frá í morgin, hósdegnum 16. desember, verða øll ferðandi til Føroya aftur kannað við komu til landið. Kravt verður av øllum ferðandi, 12 ár og eldri, at tey verða kannað. Ferðandi undir 12 ár kunnu eisini lata seg kanna, um tey ynskja tað. “Eg fegnist um at vit nú fara at kanna øll við markið. Jólini eru í hondum, og skulu vit minka um smittutrýstið og samstundis taka væl ímóti okkara útisetum, so eru kanningarnar við markið avgerandi,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Øll ferðandi eiga at fara í heimauppihald, og at kanna seg aftur tveir dagar eftir komu. Heimauppihaldið endar ikki fyrr enn negativt úrslit fyriliggur av kanningini annan dagin eftir komu. Einki gjald verður tikið fyri kanningarnar í hesum árinum. Væntandi verður gjald sett á kanningarnar fyrst í komandi ári. Landsstýrið hevur borið eitt uppskot niðan í Løgtingið, um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroyar. Løgmansskrivstovan |
Greinar
May 2024
|