NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Umboðar Páll seg sjálvan ella Føroya land ..?

24/8/2018

Comments

 
Billede
Tað hevur skapt yvirskriftir kring alt Føroya land og Danmark við - at løgtingsformaðurin heldur vildi hyggja eftir einum dysti, sum dótturin spældi enn at fara til døgurða umborð á Dannabrog - ímeðan krúnprinsaparið hevur verið á vitjan í Føroyum.

Sjálvur sigur Páll á Reynatúgvu, at hann ikki metur tað er rætt, at krúnprinaparið sleppur at vera vertir í hansara egna landið - ímeðan onnur meta, at tað ikki skal vera eitt politiskt kjak hjá einum løgtingsformanni og tað heldur eigur, at vera hansara uppgáva, at møta upp til ein slíkan døgurða.

Sjá klipp frá KVF HER

Billede
Spurningurin er kanska - um løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu umboðar seg sjálvan í hesum málinum - ella um hann umboðar alt Føroya land ..? Hvat er uppgávan hjá einum løgtingsformanni og eigur slíkt at vera loyvið, tá ið tað á stendur ..? Mong eru tey, sum eru í øðini yvir, at Páll á Reynatúgvu hevur borið seg soleiðis at - ímeðan tað eisini finnast onnur, at tað er hansara rættur, at meina og gera hvat hann hevur hug til.

Hvat heldur tú ..? Hevur løgtingsformaðurin borið seg rætt at í hesum førinum ..?

JáH (y) 25.08.2018

Comments

Trump fær vánalig ummælir í Amerika og tó ..!

24/8/2018

Comments

 
Billede
Eitt fleirtal av amerikumonnum meta, at amerikanski forsetin, Donald J. Trump ger eitt vánaligt arbeiðið.

Men tá ið talan er um tí fíggjarligu støðuna, so meta eitt fleirtal av amerikumonnum, at hann ger eitt gott arbeiðið.

Ein meiningakanning gjørd av Associated Press-NORC vísur á, at 60 prosent av teim spurdu, halda at Trump ger eitt vánaligt arbeiðið, ímeðan 38 prosent meta, at hann ger eitt gott arbeiðið, skrivar NTB.

JáH (y) 25.08.2018

pic.twitter.com/0a25gApyJ6

— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) August 24, 2018
Comments

Skrivað verður um Páll á Reynatúgvu í BT: Tað er flovisligt ikki at møta upp til døgurða

24/8/2018

Comments

 
Billede
BT hevur bitið til merkis, at Páll á Reynatúgvu ikki ætlaði sær til døgurðan saman við tey kongaligu - og tað hevur sett pissi í kók hjá mongum føroyingum.

Les grein hjá BT HER

JáH (y) 25.08.2018
Kelda: BT

Comments

Tey konguligu í Føroyum

24/8/2018

Comments

 
Billede
Ímeðan Dannebrog liggur við Norðborg kaj í Klaksvík - so er krúnprinsaparið og vitjar í Kirkju, Hattarvík og Mikladali.

Undirritaði varð og tók eina mynd fyri løtu síðani og tá regnaði tað og varð fitt av vindi í Klaksvík.

Sjá annars sending úr KVF HER

JáH (y) 24.08.2018

Comments

Me-too stjørna sjálv ákærd

22/8/2018

Comments

 
Billede
Sjónleikarin og leikstjórin Asia Argento, sum hevur verið ein odda-figurir fyri Me-too rørsluna - er nú sjálv ákærd fyri at hava verið saman við einum "mindre årig".

Les eisini: Síðan Weinstein - er listin einans blivin longri

Ákæran ímóti Asia er fyri fimm árum síðani - har hon skal hava verið í song við 17 ára gamla Jimmy Bennett (sum er ólógligt í Amerika), ímeðan hon varð 37 ára gomul.

Asia Argento, sum er dóttir til kenda leikstjóran, Dario Argento - avnoktar at hon hevur verið í song við táverandi 17 ára gamla Bennett og sigur at tað heila er ein lygn. Tíðarritið TMZ hevur annars eina mynd av teimum báðum - har tey bæði liggja nakin í einari song.

Asia Argento hevur sum sagt verið ein frontfigurir fyri Me-too rørsluna, har hon hevur ákært Harvey Weinstein fyri at hava gjørt seg inn á hana seksuelt.

JáH (y) 23.08.2018
Kelda: TMZ 

Comments

Trump innrømmar at "halt kjaft" peningurin kom úr egnum lumma

22/8/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin, Donald J. Trump hevur júst innrømmað, at "halt kjaft" peningurin til tær báðar kvinnurnar, sum siga at tær høvdu sex við honum, kom úr hansara egna lumma.

- Eg visti um pengarnir á einari seinari tíðspunkti. Men pengarnir blivu ikki tiknar av valkampagnukassanum. Og tað er viktigt at minnast til. Teir komu ikki frá valkampagnuni - men frá mær sjálvum, segði Trump í einari samrøðu við Fox News.

Fyrrverandi kampagnu-leiðarin hjá Trump, Paul Manafort hevur játtað seg sekan í at hava ført skattasvik og nú hevur fyrrverandi sakførarin hjá Trump, Michael Cohen játtað, at hann hevur flutt ólógligan pening til tvær kvinnur.

Enn arbeiðir granskarin Robert Mueller við at russar blandaðu seg í amerikanska valið í 2016 - og tekur tú saman-um, so má tað vera sera heitt á toppinum í tí Hvíta Húsinum í dag.

JáH (y) 23.08.2018

Comments

Sjónleikarin frá LazyTown er deyður

21/8/2018

Comments

 
Billede
Íslendski Stéfan Karl Stéfansson, sum vit kenna sum tann óndi Robbie Rotten úr barnarøðini LazyTown er deyður.

Hann hevur leingi stríðst við krabba og doyði hann ígjár einans 43 ára gamal.

Røðin LazyTown verður eisini víst av KVF.

JáH (y) 22.08.2018

Comments

Cohen innrømmar at hava goldið "halt kjaft" pening

21/8/2018

Comments

 
Billede
Fyrrverandi sakførarin hjá Trump, Michael Cohen innrømmar, at hann hevur goldið "halt kjaft" pening til tvær kvinnur - har tað eina beløbi varð uppá 130.000 dollarar og hitt varð uppá 150.000 dollarar.

Tað varð undan 2016 valinum, at sakførarin hjá Trump betaldi tveimum kvinnur peningin - so at tað ikki skuldi ávirka valið hjá Trump.

Hvat annað Michael Cohen so fer at siga í rættinum - er ilt at spáa um, men verður nokk ongin ivi í, at hann fer ikki einsamallur niður við nakkanum í hesum svansinum.

JáH (y) 22.08.2018

Comments

Manafort funnin sekur

21/8/2018

Comments

 
Billede
Fyrrverandi kampagnuleiðarin hjá Trump, Paul Manafort varð ákærdur í 12 førum - har ákæran ljóðaði uppá skattasvik og bankasvindul.

Hann er nú funnin sekur í 8 av teim 12 førunum og kann risikera at enda 80 ár í fongsul. Manafort kært dómin hjá sær víðari.

Amerikanski forsetin, Donald J. Trump forsvarar Paul Manafort og heldur, at tað er ógvuliga synd í honum og tað er ein syndarligur dagur fyri Amerika.

JáH (y) 22.08.2018

Comments

Danmark svarar Fox News aftur (Video)

21/8/2018

Comments

 
Billede
Eftir at Fox News langaði eftir Danmark, so hevur Danmark svara Fox News aftur við fakta.

Sjá Dan Jørgensen geva Trish Reagan svar aftur niðanfyri:

JáH (y) 22.08.2018

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.