5 politistar blivu skotnir til deyðis hóskvøldið av einum sinnissjúkum manni og 7 aðrir fingu álvarsligan skaða frá skotbardaganum í Dallas. Og hetta hendi eftir at tveir afroamerikanskir menn blivu skotnir til deyðis fyrr í vikuni av løgregluni og tað hevur ført til ógvusligar samanbrestir ímillum løgregluna og mótstøðufólk. Forsetin úr Amerika, Barack Obama biður tó fólkini sissa seg og heldur savna seg um tað, sum hevur týdning fyri Amerika. - Líkamikið hvussu pínufull henda vikan hevur verið, so trúgvi eg, at tað amerikanska fólkið ikki eru so splittaði, sum onkur vil hava tey at vera. Allir amerikumenn, líkamikið rasu, eru sjokkeraði av hesu álopunum á løgregluni, segði Obama. JáH (y) 10.07.2016 Nógvar ætlanir hava verið frammi um miðbýin í Klaksvík, men nú tekur miðbýurin so endiliga sítt skap. Fann hesar myndirnar, sum var frá einari ætlan, sum bleiv løgd fram í 2010 og eg haldi hetta var uppskoti um miðbýarætlanin hjá Archibald Black. Kanska okkurt líkist, sjá tekningarnar niðanfyri, men sum skilst, so vann hetta uppskotið ikki, men tað gjørdi uppskoti hjá Ósbjørn Jacobsen. Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu: Miðbýarætlan Samtykta miðbýarætlanin er endaliga úrslitið eftir hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík. 154 hugskot vóru við í kappingini, og dómsnevndin valdi uppskotið Klaksvík City Center sum vinnara. Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen Architects er arkitekturin handan uppskotið....... Klikk á fílin niðanfyri og so síggja tit vinnandi uppskotið, sum er heili 77 síður. SáH
Paul Watson fer nú eftir laksasøluni hjá føroyingum og eggjar hansara fjepparar til at skriva eitt bræv til COSTCO, sum hann meinar stendur fyri stórari sølu av føroyskum laksi. Og tískil so eggja vit úr Norðoya Portali tykkum at skriva eitt bræv til Costco, har tit fortelja fyri teimum hvussu nógv hvalaveiðan hevur at týða fyri okkum føroyingar ... Fortel á ensksum fyri stjóranum har, Craig Jelinek, at bert nakrir heilt fáir hvalar lata lív um árið og at vit drepa hvalin sera humant - hvalurin doyr uppá gott 2 sekund og at vit deila hvalaveiðuni ímillum tey, sum hava luttikið í grindadrápinum. Fortel teimum eisini hvussu óhugnaliga fólkini handa Sea Shepherd hava verið, tá ið tey hava verið í Føroyum og hvussu nógvar propaganda lygnirnar hjá teimum eru í talið (og tað er ikki heilt lítið). Lat Costco fáa at vita okkara síðu av søguni, so at teir ikki einans standa eftir við lívslygnunum frá Sea Shepherd ... og lat so Costco eisini fáa at vita, at fyri tað um teir selja okkara laks, so merkir tað ikki at teir luttaka í okkara mentan innan grindadráp - men bert at teir kunna vera stoltir av at selja heimsins besta laks. Adressan hjá COSTCO er: Costco Wholesale Corporation 845 Lake Dr Issaquah, Washington 98027 Seattle, WA 98124 Phone:(425) 313-8100 Email: cjelinek@costco.com and customerservice@costco.com JáH (y) 10.07.2016 Fyrst legði Norðlýsið nakrar myndir út á netið av grindini tann 06. juli og tær hava fingið nógva umtalu runt alla verðina og einamest í Kringvarpinum Føroya. Nú svarar Sea Shepherd aftur og eru teir farnir í hernað ímóti Føroyskum fótbólti, har teir útstilla Páll Klettskarð og Sørmund Kalsø fyri grindadreparar og hava gjørt eitt filmsklipp av teimum báðum. Her síggja tit filmsklippi á You Tube, sjá niðanfyri. SáH Steinbjørn O. Jacobsen, skrivar. Eru ongir glottar at hóma í nýggju menningarætlanini fyri sjúkhúsverkið? Tað eru nógvar ógvuliga neiligar viðmerkingar gjørdar í samband við nýggja menningarætlanina, m.a. um eina felags sjúkrahúsleiðslu, at niðurlaga skaðastovuna, v.m. Lat meg siga beinanvegin, at eg eri samdur í viðmerkjarunum, at hetta má ikki henda, og eg havi vónir um, at Siri Stenberg ikki fer at seta hetta í verk, annars fær hon stórar trupulleikar í samgonguni. Ein av táttunum í menningarætlanini, sum mær líkar, ynski eg at gera viðmerkingar til. Nýggja menningarætlanin leggur upp til størri samstarv millum læknavaktina (1870) og Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta er kent í Suðuroynni, har borgarar verða vístir til Suðuroyar Sjúkrahús umvegis læknavaktina. Hetta lættir um hjá kommunulæknunum í oynni, og er helst eisini skilagott í mun til gagnnýtslu av arbeiðsorkuni á heilsuøkinum sum heild. Kanska kann eitt økt samstarv eisini vera áhugavert hjá kommunulæknum, at tikið á seg starv í Norðoya Læknadømi? Eitt størri samstarv við Klaksvíkar Sjúkrahús um læknavaktina, ger atgongdina hjá borgarum í norðurøkinum lættari uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Eitt nú hevði tað verið skilagott at havt ávísar tíðir á kvøldi og í vikuskiftunum, har borgarar sum hava bráðfeingistørv á læknahjálp, kundu verið sæddir og hjálptir av lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Stóri trupulleikin hjá sjúkhúsverkinum er stóri tørvurin av læknum. Tað er tað eisini í Klaksvík (hóast tað vist gongur væl at fáa avloysarar at taka vikariat í KS. Eg veit ikki um nakar fastsettur serlækni er á KS. Sami trupulleikin er í kommunulæknaskipanini. Í Føroyum eru 20 av 30 kommunulækastørvum mannaði við fastsettum kommunulækna. Í Klaksvík er bert ein fastsettur kommunulækni eftir 1. August. Kann ein størri samskipan og møguliga ítøkiligt samstarv, ikki bert um læknavaktina (1870)sum álitið leggur upp til, hugsast at økja um møguleikarnar fyri at fáa kommunulæknar til økið? Í Eysturoynni er støðan meinlík henni í Norðoyggjum, við tað at bert 2 av 6 størvum eru mannaði við fastsettum kommunulækna pr. 1. august. Bert ein settur kommunulækni í Norðoyggjum eftir 1 august 2016 Eftir 1. august er bert ein settur kommunulækni í Klaksvík, sum tíverri hevur verið darvaður av sjúku. Tað merkir at skiftandi avloysarar koma at manna 2 av 3 viðtalum inntil onkur kommunulækni ynskir starv í Norðoya Læknadømi. Hvussu áhugavert er tað hjá einum ungum kommunulækna at arbeiða undir umstøðum við skiftandi avloysarum? Ungir læknar ynskja at arbeiða saman við øðrum í størri eindum. Er tað hugsandi, at eitt økt samstarv millum kommunulæknaøkið og Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nakað at bjóða í hesum sambandi? Røntgen og aðrar sjúkrahúsfunktiónir eru undir sama takið og lætt atkomiligar í tí dagliga arbeiðinum? Ov nógv fólk til hvørja normering Tað búgva umleið 5900 fólk í norðurøkinum. Í løtuni er Norðoya læknadømi normerað til 3 læknar, við knappliga 2000 borgarum pr. lækna. Hetta er í yvirkantinum. Um vit siga at fýra kommunulæknar áttu at verið í Klaksvík, so er spurningurin um læknamiðstøðin er ov lítil. Skal man tí hugsa um at flyta virksemi á læknamiðstøðini út á KS? Kann tað hugsast, at ein enn størri samskipan við kommunulæknaøkið kann gagna tilgongdini av kommunulæknum í Klaksvík? Verður tað meira spennandi at virka sum kommunulækni í Klaksvík, um virksemi verður flutt á KS? Eg veit, at teir eldru kommunulæknarnir hava ikki verið so glaðir fyri hesa hugsan, um møguliga at flyta út á KS. Ein av grundgevingum teirra er, at kommunulæknaarbeiðið og sjúkrahúsarbeiðið ikki skal blandast, men um teir ungu kommunulæknarnir hava somu hugsan veit eg ikki. Økt samstarv eisini um Leirvíksfjørð Hvat við enn breiðari samstarvi millum kommunulæknar tvørturum Leirvíksfjørð og KS? Um allir kommunulæknarnir í Eysturoynni ( sum er 6) og kommunulæknarnir í Norðuroyggjum samstarva við eini normering á 4 læknar í Norðoya læknadømi, um at manna forvaktina á KS so eru stívliga 5 vikur í part. Kann hetta gera tað áhugavert hjá kommunulæknum at taka á seg fast starv í Norðoyggjum og Eysturoynni? Hetta gevur stórt fíggjarligt ískoyti, tað vita vit. Tað er eyðsæð, at vikuvaktir ikki eru tað, sum vit vanliga forbinda við kommunulæknaarbeiðið, og eru hesar vaktir heilt givið strævnar. Men um økt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørði kundi virka til øktan fleksibilitet í gerandisdegnum hjá kommunulæknunum, við at bólkurin av fastsettum kommunulæknum gjørdist størri, so var útslitið til gangs fyri allar borgarar í økinum. Mín fatan er, at hetta eru áhugavedir spurningar í samband við komandi samstarv millum Kommunulæknarskipanina og Klaksvíkar sjúkrahús. Stuttligt at hoyrt, hvat fólk halda um hetta eg her havi nevnt. Steinbjørn O. Jacobsen Varaborgarstjóri. Fyrst sprongdist ein lastbilur í býnum Karada og nakað seinni hoyrdis ein spreinging í Eystur-Bagdad og nú sigst, at deyðstalið er komið yvir 250. Terror álopini á Bagdad fyri nøkrum døgum síðani vóru framd av IS (Islamiskmur Statir) og eru tekin uppá, at IS álopini bert vera størri og størri ... - Teir eru desperatir at styrkja moralin hjá teirra hermonnum, tí mangir rýma úr IS. Eg trúgvi, at slík álop bert vera størri og størri, sigur irakiski politikarin Mowaffak Baqer al-Rubaie við fjølmiðlarnir. JáH (y) 06.07.2016 Paul Watson dugir sera væl at spæla við sítt telduborð og hevur sett pissi í kók hjá hansara tápuligu fjepparum. Og á hansara FB síðu - hótta fólk við at drepa okkum føroyingar, bert tí at vit veiða grind og hetta eru also fólk, sum vit als ikki kunna hava ein fornuftigan dialog saman við. Soleiðis skrivar fleiri á hansara FB vanga, nú grind hevur verið í Hvannasundi: Kill these killers, Discusting ! Sick monsters, I hate these people!, I hope someday these people get what they deserve. And it will be nothing good., disgusting dumb and stupid people!, boykott everywhere and the world has to see this !, Why in the world is that idiot, wearing a (Che) freedom fighter shirt and smiling? That's not normal behavior! If it was legal, I'd drown him in that blood filled water, after snapping bones!, Those fuckers. Let's round them up.., Napalm the goddamn beach., Inbred fuckers. Hope karma fucks them all up the shitter, These people need to be put down asap !!!, I hope they intend to consume the meat and die a painfully slow death from mercury poisoning., Send the army og fleiri fleiri aðrar hóttarnir, sum eg ikki eingong tími at viðmerkja. JáH (y) 06.07.2016 Heili 500 fólk vóru og hugdu at ímeðan menn drópu grind í Hvannasund í dag, og talan er also um 43 hval, ið deilast skal ímillum 21 bátar og 172 fólk luttóku í drápinum á landið. Tað gekk skjótt og væl fyri seg, segði Karl Johansen í Útvarpinum og legði afturat, at tað eisini gekk friðarliga fyri seg - tí sum øllum kunnugt, so sleppa bátarnir hjá Sea Shepherd ikki at órógva grindadráp í ár. JáH (y) 06.07.2016 Hendan setningin hava eg hoyrt túsund ferðir síðani tiltikna dystin á Djúpumýrið ímillum KÍ-AB, har skonkt bleiv sterkt og heitur rættir bleiv seldur á ítróttarøkinum og tað ætli eg mær so at gera. Havi fingið upplýst, at hvørja ferð pinnamatur, høgtbelagt smyrjubreyð, heitur matur og annað verður keypt, har Klaksvíkar Kommuna bjóðar ein góðan bita, tá verður alt keypt frá matstovuni Fríðu og nú matstovan Fríða er komin inn á økið við Djúpumýru, so er tað uppá sítt pláss, at aðrar matstovur í býnum eisini fáa møguleikan at bjóða seg framm, at gera pinnamat, smyrjubreyð og selja heitar rættir til Klaksvíkar Kommunu. Havi eisini fingið upplýst, at nú kappingarárið er komi í helvt, so bjóðaði Klaksvíkar Kommuna KÍ bæði kvinnur og menn til ein góðan bita og tit kunnu gita hvar tann maturin bleiv keyptir frá. Verið møguliga noyddir at biðja um alment innlit í, hvussu nógv Klaksvíkar Kommuna brúkar í umboðan um árið, eitt nú til móttøkur og annað og hvar Klaksvíkar Kommuna keypir matin frá. Um alt verður keypt frá matstovuni Fríðu ella onkur annar eisini sleppur uppí part? tí sum umboðsmaðurin/konan í Føroyum sigur í fjølmiðlunum í hesari vikuni, so hevur "Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum". Klaksvíkar Kommuna kann eisini upplýsa borgarnum hesar spurningar via Norðoya Portalin, hvussu nógv Kommunan brúkar í umboðan um árið og hvar keypt verður frá? Maverick hevur tveir útlærdar kokkar, so tað er ongin trupuleiki at bjóða seg framm at gera mat og sjálvandi skal Klaksvíkar Kommuna fáa ein "góðan prís", men tað er sera ringt at bjóða seg framm, tá ið man ikki verður eftirspurdur. Onkur skrivaði á Facebook, hví Maverick ikki royndi okkurt nýtt, at tað skal vera pláss fyri nýhugsan í býnum og hetta kann so vera okkara ískoytið til nýhugsan, at vit bjóða okkum framm at gera mat til Klaksvíkar Kommunu og onnur í býnum í kapping við aðrar matstovur í býnum. Niðanfyri myndir av smyrjubreyði, sum kokkarnir í Maverick hava gjørt. Livst so spyrst SáH |
Greinar
May 2024
|