On Thursday, 07th’ of April at 8 pm we have a fasting service with the priest, Jákup E. Petersen. The Kingo choir from Tjørnuvík will sing. After the service, everyone is welcome to coffee and cakes in the church basement.
Christianskirkjan
Hóskvøldið, 07.apríl kl 20.00, er føstugudstænasta v/Jákupi E. Petersen. Kingokórið úr Tjørnuvík syngur. Aftaná gudstænastuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. On Thursday, 07th’ of April at 8 pm we have a fasting service with the priest, Jákup E. Petersen. The Kingo choir from Tjørnuvík will sing. After the service, everyone is welcome to coffee and cakes in the church basement. Christianskirkjan Í døgunum 4-8. apríl skipar Sendistova Føroya fyri vinnuvitjan í Føroyum, fyri íslendskar fyritøkur ið starva innan alivinnu og bláa tilfeingisvinnu. 10 av størstu íslendsku alifyritøkunum luttaka, og matvøru-, fiskivinnu- og landbúnaðarráðharri, Svandís Svavarsdóttir, tekur lut í vitjanini. Vitjað verður runt í landinum, har føroyskar alifyritøkur taka ímóti hópinum og greiða frá um sínar fyritøkur. Tvey tiltøk verða eisini, har føroyskar og íslendskar fyritøkur hittast, sonevnd B2B tiltøk, og hava tey har høvi at hittast til stutt prát um møguligar samstarvsmøguleikar. Vinnuhúsið skipar fyri einum hálvdags seminari við framløgum og frágreiðingum, serliga innan alivinnu og framtíðar møguleikar, og harumframt fer hópurin at vitja 11 føroyskar fyritøkur, ið hava serkunnleika sum veitarar til alivinnuna. Vitjað verður í Fuglafirði og Klaksvík, og taka kommunurnar har væl ímóti gestunum og taka lut í at fyriskipa eina spennandi skrá. Ráðharrin fer í sambandi við vitjanina at hitta og fundast við samstarvsfelagar sínar, Umhvørvis- og vinnumálaráðharra Magnus Rasmussen og Fiskimálaráðharra Árna Skaale. Fyritøkurnar eru: Arnarlax, Arctic Fish, Lax-inn, Háafell hf, Stofnfiskur hf, Lindarfiskur hf, Landeldi ehf, Sjótækni, HPP Solutions, Geo-Salmo. Íslandsstofa (Business Iceland) og Vestfjarðastofa eru eisini við, umframt ráðharran og fylgi úr ráðnum og umboð fyri MAST, heilsufrøðiligu starvsstovu Íslands; íalt 37 fólk eru í ferðalagnum. Í sambandi við vitjanina verður eisini undirritað avtala millum Arnarlax og KJ Hydraulik um bygging av stórari tvíkilju. Um ynski eru um viðmerkingar/samrøður við gestirnar, ber til at seta seg í samband við Hallu Nolsøe Poulsen, sendikvinnu á tlf 556075. Uttanríkis- og mentamálaráðið Fiskaklettur er komin aftur av sera góðum túri og skjótum túri og hava teir fult skip. Teir hava trola norðan fyri Føroyar og Skeivabanka Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 60.560 pund, tað mesta var toskur, havtaska og hýsa, 32.200 pund toskur, 17.500 pund havtasku, 3.460 pund hýsa og restina annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Við vóru fýra mans og skiparin var Jógvan Petersen. Teir byrjaði túr tann 29. mars Landa bleiv til NFCS. Teir byrjaði at landa Fiskaklett tíðliga í morgun. SáH FISKAKLETTUR – ( TN 415 )NFCS-04-04-2022 30.280 Her nakrar myndir, News.fo tók í 2020: Almenn framløga verður um frágreiðingina “Í góðum hondum”, sum lýsir starvsfólkatørvin innan vælferðarøkini komandi 10 árini. Greitt verður m.a. frá avbjóðingum og uppskotum til loysnir. Tað var Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum tók stig til eina tvørgeiraliga tilgongd, og tekur hann ímóti frágreiðingini. Í temafrágreiðing frá Búskaparráðnum á vári 2021 varð víst á, at álvarsligur tørvur á starvsfólkum á vælferðarøkinum verður komandi árini, um núverandi støði, bygnaður, arbeiðshættir osfr. bert verða framskrivað. Avbjóðingin kemur serliga av demografisku framskrivingini, sum vísir, at aldursbólkurin omanfyri 80 ár fer at vaksa við uml. 1.200 fólkum ella 52% komandi 10 árini. Landsstýrið setti tí eitt tvørgeiraligt arbeiði á embætismannastigi í gongd at lýsa trupulleikan nærri og koma við boðum uppá, hvat kann gerast fyri at tálma starvsfólkatørvin og fyri at tryggja, at vælferðartænasturnar eisini í árunum, sum koma, kunnu loysast á ein fakliga fullgóðan hátt. Endamálið við arbeiðinum hevur verið at bera fram samskipað boð uppá, hvussu avbjóðingin við stóra starvsfólkatørvinum innan røkt og námsfrøði kann loysast komandi 10 árini á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum. Starvsfólkatrotið verður lýst, og víst verður á møguligar loysnir, sum kunnu fata um útbúgving, at arbeiða øðrvísi, at umskipa tilgongdir, at meta um fíggjarligan kostnað, og at birta upp undir og eggja fólkum at starvast og mennast innan økini. Tey vælferðarøkini, ið verða viðgjørd í frágreiðingini, eru almannaøkið, eldraøkið, dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum. Eftir, at frágreiðingin er løgd alment fram, verður lagt upp til, at allir áhugaðir partar, feløg v.m., kunnu fáa høvi at lata inn møguligar viðmerkingar til frágreiðingina í seinasta lagi 17. mai 2022. Viðmerkingarnar verða saman við frágreiðingini latnar politisku skipanini, sum íkast til víðari arbeiði í fyrireikingini av átøkum, sum støða má takst til. Framløgan verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum, mikudagin 6. apríl kl. 14.00 Heri á Rógvi leggur frágreiðingina fram. Hann hevur verið ein av samskiparunum, sum hevur skrivað frágreiðingina. Eisini luttaka umboð fyri stýrisbólkin, sum koma frá Kommunufelagnum, Almannamálaráðnum, Almannaverkinum, Heilsumálaráðnum, Sjúkrahúsverkinum, Uttanríkis- og mentamálaráðnum umframt Fíggjarmálaráðnum. Øll eru vælkomin. Vegna stýrisbólkin Uttanríkis- og mentamálaráðið Sunnudagin, 03. apríl kl. 11.00 - Boðanardag Mariu - , er gudstænasta v/Hanusi á Gørðum. Tað verður altargongd. Kirkjan bjòđar morgunmat ì kirkjukjallaranum frá kl 10.00. On Sunday, 03th' of April at 11 am - Maria announcement day - we have a communion service with the priest, Hanus á Gørðum. Everyone is welcome for breakfast at 10 am in the church basement. Christianskirkjan Odense kommuna og Klaksvíkar kommuna hava verið vinarbýir í mong ár. Gjøgnum árini hevur verið samstarva um nógv ymisk tiltøk. Seinasta samstarvið var stóra Flaggsiglingin, sum var í Odense í 2019. Umboð frá kommununi vóru fyrrapartin í dag á vitjan hjá eitt nú Norðatlantisk Hus, sum hýsir bæði føroyska, grønlendska og íslendska tjóðskapinum. Føroyingafelagið í Odense er sera virkið og hevur javnan tiltøk, fundir og annað virksemi í húsinum. Starvsfólkini í Norðatlantisk Hus, sum gjøgnum árini hava hvat eitt gott samstarv við kommununa, gera nógv burturúr fyri at fáa føroyskt íkast til Odense. 13. apríl verður ein stór páskakonsert í Odense Dómkirkju við Klaksvíkar hornorkestri og seinni í ár eru onnur tiltøk á skrá. Nevnast kann konsert við Jasmin og listaframsýning við Hansinu Iversen. Í samband við vitjanina hesaferð var tosað um komandi samstørv, sum Klaksvíkar kommuna fer undir í samstarvi við Norðatlantisk Hus. Eisini kunnaðu tey um, at tey eru farin undir eitt nýtt átak, sum er at geva skúlanæmingum í Odense undirvísing, har fokus er á Føroyar, Grønland og Ísland. Til hesa verkætlan hava tey fingið 400.000kr av serstøku játtanini, sum verður veitt til londini í ríkisfelagsskapinum. Harumframt fær Norðatlantisk Húsið 400.000 kr av føroysku fíggjarlógini, sum hevur til endamál at stuðla uppundir føroyska virksemið í húsinum og hjá føroyingafelagnum á Fyn. Klaksvíkar Kommuna Nógv er í løtuni á skránni innan føroyska filmsøkið, eisini í Bretlandi í hesum døgum. Heili seks ymiskir føroyskir filmar verða í døgunum 2-9 apríl 2022 sýndir fyri fyrstu ferð í London. Filmarnir verða vístir á tveimum ymiskum festivalum, ið hava sum felags mál at seta fokus á norðurlond og norðurlendska mentan. Trøllabeiggi og Skál verða vístir á South Social Film Festival leygardagin 2 apríl á Riverside Studios í Hammersmith. Við til sýningarnar verða Gudmund Helmsdal, ið hevur gjørt filmin Trøllabeiggi, umframt Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, sum eru høvuðspersónirnir í filminum Skál. Dania og Trygvi fara eisini at framføra til tiltakið. Filmshúsið hevur stuðlað luttøku teirra í London, og Sendstova Føroya er við til at stuðla samskipan av tiltakinum. Vikuskiftið seinni, 8 og 9 apríl verða 111 góðir dagar, Sum einglar vit falla, Julian’s Ladder og tveir partar av nýggju sjónvarpssendingini, Seks spurningar um at vera menniskja, vístir á Nordic Exposure Festival hjá Jackson’s Lane í Highgate. Marita Dalsgaard, sjónleikari og leiklistaframleiðari, hevur valt filmarnar til skránna og verður sjálv við at presentera teir. Føroysku filmskvøldini á Jackson’s Lane eru føroyska íkastið til Nordic Exposure festivalin, ið varir frá mars til mai við fjølbroyttari skrá, ið eisini fevnir um sjónleik, sirkus og mangt annað. Festivalurin hevur fingið stuðul úr Norðurlanda Ráðharraráðnum (Nordisk Kultur Kontakt). Sendstova Føroya er eisini við til at stuðla festivalinum. Uttanríkis- og mentamálaráðið Komandi mánað, tann 2. mai, byrjar nýggjur samskipari á Javnstøðuskrivstovuni. Talan er um Brand Mortensen Nolsøe, ið er 31 ár og útbúgvin sosiologur frá Lunds Universitet. Frammanundan hevur hann arbeitt í ymiskum høpi við mannarættindum, eitt nú við at økja um vallutøku hjá borgarum við minnilutabakgrund og at útbúgva altjóða lesandi í mannarættindum, minnilutabólkum og sosialari inklusjón. Aðrar starvsroyndir hevur hann úr UNICEF Danmark og sum fakligt starvsfólk á skrivstovuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Javnstøðuskrivstovuni er staðsett í Almannamálaráðum, sum varðar av løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hevur endamáls er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Samskiparin er skrivari fyri Javnstøðunevndina og Demokratia. Arbeiðsøkið er millum annað at fyrireika mál til Javnstøðunevndina og Demokratia, miðla og varpa ljós á javnstøðumál og at skriva frágreiðingar. Javnstøðunevndin verður vald eftir hvør løgtingsval og skal hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum. Nevndin fyri Demokratia, sum hevur til endamáls at virka fyri kvinnuligari luttøku og umboðan í politikki, verður vald beint eftir løgtingsval. Almannamálaráðið |
Greinar
January 2025
|