NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjur íverksetaraportalur

8/4/2022

Comments

 
Picture
“Tað er ein stór løta, nú Íverksetaraportalurin alment verður tikin í brúk”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

“Íverksetaraportalurin er eitt gamalt ynski, sum tað hevur verið tosað um í nógv ár.

Henda samgongan setti sær tí fyri, at nú skuldi tað vera, og í samgonguskjalinum stendur stutt og greitt: Íverksetaraportalur verður settur á stovn.”

Íverksetarahúsið lá  ikki á boðunum og beyð sær skjótt til at taka ábyrgd av at menna og reka portalin.

Íverksetarahúsið hevur sniðgivið og ment portalin í tøttum samstarvið við Umhvørvis- og vinnumálaráðið.

Í røttum íverksetaraanda hevur Íverksetarahúsið eisini sjálvt fingið fíggingina til vega. Hetta varð gjørt soleiðis, at verkætlanin var gjørd í framhaldi av arbeiðinum við Hópfíggingarskipanini, sum Íverkstarahúsið, saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands, skipaði fyri nøkrum árum síðani.

Endamálið við íverksetaraportalinum er fyrst og fremst at lætta um hjá íverksetarum. Føroyska vinnuframaskipanin eru bygd upp av fleiri eindum. Hesar hava ymiskar uppgávur og serkunnleika á hvør sínum øki, og ofta kunnu íverksetarar fáa ráðgeving og stuðul frá meira enn einari skipan, t.d. bæði frá Íverksetarahúsinum, Vinnuframa og Filmshúsinum.

Eisini skulu øll vinnurekandi fyrihalda sær til fleiri ymiskar myndugleikar.

Hetta kann tað tykjast heldur fløkjaligt, men á íverkstaraportalinum er greið kunning og leinkjur til allar hesar stovnar og skipanir.

Eisini er stigvís kunning um, hvørji viðurskifti íverksetarar eiga at hava í huga í tilgongdini frá tí, at teir fáa fyrsta hugskotið og til teir hava stovnað sína fyritøku.

Í sniðgevingini er stórur dentur lagdur á at gera ein einfaldan portal. Hetta er ikki ein søluportalur, men ein amboðskassi, við skjótari og lættari atgongd til vitan og slóðir, sum íverksetarum tørva.

Amboðskassin er nú klárur at brúka, men hann er ikki fullur enn, tí her er gott pláss fyri fleiri samstarvspartar. Tað kunnu eitt nú vera kommunur ella skúlar, sum vilja bjóða íverksetarum arbeiðsumstøður, til dømis atgongd til verkstaðir, til at gera prototypur.

“Eg vil takka Íverksetarahúsinum fyri tað stóra arbeiðið, sum tit hava lagt í at menna portalin, og fyri at tit hava átikið tykkum at reka hann.

Og eg vóni, at íverksetaraportalurin fer at verða eitt hent amboð hjá íverksetarum og hjá vinnuni sum heild”. sigur Magnus Rasmussen.

Sí eisini: www.iverksetaraportalurin.fo

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Comments

Stuðulskonsert fyri Barnhjálpina og Ukranine

8/4/2022

Comments

 
Picture
Á konsertini í Løkshøll leygardagin klokkan 16:00, verða burturlutaðir tríggir góðir vinningar: 

    1. Smyrlil Line: Ferð fyri tvey við bili. 
    2. Reyni Service: Silvur viðgerð frá Ditec, virði kr. 4.500.
    3. Hotel Klaksvík: 2 nætur fyri 2 v/morgunmati


Lutaseðlar fyri 20. kr. stk., verða seldir á konsertini.

Á konsertini luttaka:
- Dreingjakórið undir Brúnni
- Kim Hansen
- Herborg Torkilsdóttir & Rakul Petersen
- Jona á Váli Olsen & Ása Helena Brynjarsdóttir
- Lena Anderssen & Niclas Johannesen
- Signar í Homrum
- Bárður á Lakjuni
- Asta Højgaard & Pætur við Keldu
- Ingi Poulsen
- Ólavur á Váli Olsen
- Jens Marni Hansen

Angelina úr Ukraine og Ijeoma úr Nigeria, fara at greiða frá støðuni í heimlandi teirra. 

Keyp Atgongumerki á www.loksholl.fo


Nevndin fyri Føroysku Barnahjálpina
Rúna Sivertsen, forkvinna
Andrea Niclasen, næstforkvinna og skrivari
Charlotta á Váli Olsen, peningarøkil
Ólavur Asafsson Olsen
Ijeoma Akpu

Bjarnahjálpin

Comments

​Móttøka fyri Mjølnir í býráðshúsinum í dag

8/4/2022

Comments

 
Picture
Kl. 15.30 í dag verður besta mansliðið hjá Mjølnir heiðrað í býráðshúsinum.

Klaksvíkar býráð ynskir at hátíðarhalda, at Mjølnir í ár hevur vunnið bæði steypakappingina og føroyameistaraheitið í mans flogbólti. Í hesum sambandi bjóðar Klaksvíkar kommuna til móttøku í býráðsalinum.

Karl Johanesen, borgarstjóri, heldur eina røðu og øll flogbólts áhugaði fáa møguleika at heilsa uppá føroyameistararnar.

Bjóðað verður kaffi og køka. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Byggingin av Húsarhaldsskúla Føroya byrjar nú

6/4/2022

Comments

 
Picture
Eitt av hartabarninum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur verið Húsarhaldsskúlin Føroya í Klaksvík og hevur hon stríðst leingi fyri at fáa hann raðfestast og á tingfundinum í gjár hevði Elsebeth Mercedis ein ófráboðanum fyrispurning til Jenis av Rana Landsstýrismann, um hvussu stóð til við málinum um Húsarhaldsskúla Føroya og nær byggingin fór í gongd.

Jenis av Rana svaraði, at nú var alt komi upp á pláss millum Mentamálaráðið, Bústaðir og Klaksvíkar kommunu viðvíkjandi byggingini av skúlanum at tað verður farið ígongd við byggingina um nakrar vikur.

Her fyrispurninginum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, klikk á pílin á linkinum herundir.
​
SáH

​Her meira info um Húsarhaldsskúla Føroya, klikk link, “Húsarhaldsskúli Føroyar”
Comments

Konfirmatiónsgudstænasta sunnudagin

6/4/2022

Comments

 
Picture
​Pálmasunnudag, 10. apríl kl. 11.00, er konfirmatiónsgudstænasta v/Øssuri Kjølbro - konfirmantarnir eru:

Nomi Idarsdóttir Beck, dagurin verður hildin í Húsmøðrafelagnum, Bøgøta 4, frá kl. 16.

Margreta Elisdóttir í Buð, dagurin verður hildin í Nólsoyar Pálshúsinum, Tingstøðin, frá kl. 15.

Cassandra Ayenna Condino, dagurin verður hildin í Finastøðini, Stangavegur 23, frá kl. 16.

Týra í Dali, dagurin verður hildin í kjallaranum í Gloria, Stangavegur 16, frá kl. 17.

Lea Osberg Højsted, dagurin verður hildin í Valskúlanum, Garðavegur 11, frá kl. 17.

Jóhanna Isaksen, dagurin verður hildin á Bumshamarsvegi 13 frá kl. 15.

Bjarta Aleksandra Joensen, dagurin verður hildin á Heygavegi 9, frá kl. 16.

Ranja Joensen, dagurin verður hildin í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48, frá kl. 17.

Joan Elia Johnsdóttir, dagurin verður hildin í Skótahúsinum, Gerðagøta 11, frá kl. 17.

Tóra Didriksen Lassen, dagurin verður hildin á Skúlatrøð, Skúlavegur 6, frá kl. 15.

Sandra Kristin Stampe Niclasen, dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni frá kl. 15.

Joan Magnusdóttir Rond, dagurin verður hildin á Sjónámi, Faktorsvegur 14, frá kl. 16.

Tóra Simonsen, dagurin verður hildin á Bumshamarsvegi 29, frá kl. 17.

Sesilia Birgirsdóttir Svøðstein, dagurin verður hildin í kantinuni á Tekniska skúla, Heygavegur 1, frá kl. 16.

Rókur Davidsen, dagurin verður hildin á Fornavegi 41, Norðoyri, frá kl. 16.

Hans Dávid Grúkaskarð, dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Haraldssundi frá kl. 17.

Gabriel Nolsøe Hammer, Torvgøta 8, dagurin verður hildin fyri innbodnum frá kl. 17.

Páll Müller, dagurin verður hildin í Skálanum, Bøgøta 11, frá kl. 15.

Poul Niclái Müller, dagurin verður hildin í Kappróðrarneystinum í Árnafyrði frá kl. 16.

Rói Ósá Niclassen, dagurin verður hildin á Hamarsniðinum 5 frá kl. 16.

Niels Henry Trøjgaard Nielsen, dagurin verður hildin á Skáltavegi 37 frá kl. 17.

Tóki Bjartalíð Samson, dagurin verður hildin á Kráargøtu 76 frá kl. 16.

Høgni Jónleifsson á Steig, dagurin verður hildin Undir Klakki 47 frá kl. 16.

Páll Sundskarð, dagurin verður hildin í Finastøðini, Stangavegur 23, frá kl. 16.

Louis á Fløtti Syderbø, dagurin verður hildin á Heygavegi 36 frá kl. 17.

Christianskirkjan

Comments

Pávin fordømir drápini á Bucha fólkini

6/4/2022

Comments

 
Picture
Pávin Francis hevur í dag fordømt drápini í Bucha fólkini og hann hann vísti flaggið hjá Ukraina fram, sum hann hevði fingið frá býnum Bucha.

Aftaná tók hann ímóti nøkrum Ukraniskum børnum, sum eru flýggjaði undan krígnum.

Her filmsklipp frá YouTube, klikk link herundir.

SáH

Comments

Ge­ne­tik­ken bag Alzheimers demens afsløret i nyt studie

5/4/2022

Comments

 
Picture
Ge­ne­tik­ken bag Alzhei­mers de­mens er af­slø­ret i nyt stu­die. Det peger frem mod nye muligheder for behandling og forebyggelse af den alvorlige sygdom.

– Studiet kommer til at ændre den måde, vi forstår de underliggende årsager til Alzheimers demens, fortæller professor Ruth Frikke-Schmidt, som har ledet en del af studiet.

Forskerne har blandt andet opdaget, at problemer i immunforsvaret er en væsentlig risikofaktor og at en bestemt type immunceller, der fungerer som ”affaldsopsamlere”, er på spil ved Alzheimers.

De nye resultater peger også frem mod, at den enkelte borger på sigt kan undersøges for, hvor stor risiko man har for at få Alzheimers. Den viden kan bruges til at gøre en særlig indsats for at hjælpe de personer, som har en høj risiko. Det tyder nemlig på, at det i en del tilfælde er muligt at forebygge sygdommen. Læs meira her, “Ge­ne­tik­ken bag Alzheimers demens afsløret i nyt studie”

Rigshospitalet

Comments

Skúlanæmingar fríðka býin

5/4/2022

Comments

 
Picture
Í samband við verkætlanina hjá skúlanum á Skúlatrøð, har endamálið er at savna pening til børn í Ukraina, eru næmingar í dag til arbeiðis hjá Klaksvíkar kommunu. Næmingarnir hava fyrrapartin fríðka um í býnum og gjørt grøn øki klár til summarið. Høvuðsboðskapurin í verkætlanini er, at øll kunnu gera mun og at saman røkka vit langt.

Fyri at svna pening til verkætlanina eru elstu næmingarnir farnir til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum. Av teimum eru 10 næmingar í dag til arbeiðis í Klaksvíkar kommunu, og á tann hátt stuðlar kommunan verkætlanini. Næmingar eru eisini farnir út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum eru teir yngru næmingarnir í holt við at framleiða smáar prýðislutir, sum foreldrum og onnur fáa møguleika at keypa, og harvið stuðla átakinum við senda neyðhjálp til Ukraina.

Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin foreldrum og øðrum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til. Nýggja miðhøllin verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug. 

Á skránni á Skúlatrøð vera ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka. Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Rógva afturá aftur Torradagarnar

5/4/2022

Comments

 
Picture
Vegna forfall vórðu trý tiltøk á Torradøgunum avlýst, men verða tvey av teimum nú tikin upp aftur 6 – 7. apríl. Talan er um frásøgn um Stellurnar og fyrilesturin: Hvussu gongur á Mars?

Stellurnar - í Smæruni 
Mikudagin 6. apríl kl. 16.00


Árni Joensen úr Oyndarfirði, brøðurnar Sigurd og Torkil Johannesen á Oyrabakka greiða frá við myndum um túrar teir hava verið við Stellunum - Stella Kristina og Stella Karina.

Eisini vísir Jákup Anthoniussen filmsbrot frá túrum við Stellunum. Hesir tá snøggu trolararnir endaðu Akureyri í 70-unum og vórðu seinni upphøgdir.
 
Hvussu gongur á Mars? - í Miðhøllini á Skúlatrøð
Leygardagin 9. apríl kl 15.00
 

Perseverance: Eitt ár á Mars
David Arge Klevang Pedersen greiðir frá um fjarstýrda rovaranum, Perseverance, sum lendi á gongustjørnini mars 18. februar 2021 og er nú liðugur við at kanna umstødunar á botninum á Jezero kratrinum, áðrenn leiðin gongur vídari til kantin av kratrinum – har man væntar at líkindini fyri at finna tekin av forntíðar lívi eru størst.

David hevur havt ein umráðandi og virknan leiklut í, at eitt serligt upptøkutól, sum eisini er roynt í Føroyum, kom at standa á hesum serliga "rovaranum".

“Flagship missiónin” hjá NASA skal kanna tað geologisku søguna á Mars, meta um líkindi fyri lívi, og finna tekin um forntíðar lív - sokallaðar biosignaturar, sum eru leivdir av bakteriellum vøkstri, ið er forsteinaðar í steinum.

Jezero kratrið er serliga valgt vegna mátingar frá rúmdarferðum um Mars, sum vísa tekin um, at Jezero hevur verið fylt við vatni. Har eru klár tekin av vatnstreymum, ið hava ført botnfall við inn í kratrið, sum útgera serstakliga góðar umstødur fyri bakteriellum vøkstri, sum vit kenna tað frá t.d. Australien.

Hetta fyrsta árið á Mars hevur Perseverance koyrt einar 3 km, gjørt hópin av kanningum og hevur savnað 7 royndir av jarð-tilfari, sum skulu takast aftur til Jørðina til náðgreiniligar kanningar. Tær kanningarnar, sum Perseverance longu hevur gjørt, hava staðfest hvat botnurin er gjørdur av, og tað er ikki heilt ókent fyri føroyingar.

Hesar kanningarnar hava verið sera slóðbrótandi - Allarhelst mest fyri granskarar, tí hetta var als ikki væntað – og nú skulu hypotesurnar um geologisku søguna av Jezero umskrivast. Harumframt vísa kanningarnar eisini hvussu grótið hevur verið ávirkað ígjøgnum øldir, og um vatn hevur veri til stadar.

Eisini hava kesar kanningar og avleiddar hypotesur verið møguligar, grundað á PIXL tólinum (Planetary Instrument for X-ray Lithochemistry), sum er ment og bygt av einum internationalum granskaratoymi úr Danmarks Tekniske Universitet, Jet Propulsion Laboratory (NASA), University of Queensland (Australien), millum annað.

David Arge Klevang Pedersen hevur haft ein stóran leiklut í menningingi av tólinum, og er partur av granskaratoyminum, ið arbeiðir við kanningunum frá PIXL. David fer at greida frá kanningunum frá PIXL og hvussu fyrsta árið á Mars hevur gingið.

Tú kanst hitta føroyingin, David Arge Klevang Pedersen, sum er kendur í NASA, og seta honum tínar spurningar um alt møguligt á Mars í sambandi við framløguna, sum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð - Leygardagin 9. apríl kl. 15.00. 

Seglhúsið hevur opið í hesi skerdu Torravikuni 
Mánadag – fríggjadag 14 – 17


Framsýning við ymiskum listaverkum av m.a. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Stakkavík hevði 5.000 pund í dag

5/4/2022

Comments

 
Picture
​Stakkavík er komin aftur frá útróðrið. Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 4.876 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 4.700 pund toskur, 150 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Snarsfrost í Miðvági.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )
-(SNARFROST)-05-04-2022  2.438

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.