Fleiri rakettir blivu sendar fríggjamorgunin á verksmiðjuni, sum BP, Statoil og Sonatrach eiga í Algeria.
Av teim 600, sum arbeiða har - arbeiða einans 3 fólk fyri Statoil og ongin hevur fingið skaða av hendingini.
JáH (y) 19.03.2016
Terrorist-felagskapurin Al-Qaida tekur sær fulla ábyrgd av álopini av Statoil verksmiðjuna í Algeria. Fleiri rakettir blivu sendar fríggjamorgunin á verksmiðjuni, sum BP, Statoil og Sonatrach eiga í Algeria. Av teim 600, sum arbeiða har - arbeiða einans 3 fólk fyri Statoil og ongin hevur fingið skaða av hendingini. JáH (y) 19.03.2016 Ja, tað grettir ikki, at tá ið fótbólturin byrjar aftur, so byrjar Klaksvíkar Kommuna at grava uttanfyri Maverick Barr. Tað hendi aftur í ár, men hesaferð eru teir eisini byrjaðir at grava inni á økinum í Maverick og so stendur tað sum ein stór skomm í nakrar mánaðir, inntil onkur hevur brotið seg sundir og teir fáa fingurin úr einum vissum staðið og fáa tað íordan aftur. Haldi teir hesaferð eru í ferð við, at geva einum góðum borgara (rættað slagi av borgara) longri uppi á gøtuni, betur umstøðir at skíta í og so skal Maverick enn einaferð gravast upp. Hetta er triðja árið á rað, at teir gera hetta nummarið. For fanxx blívu liðugur við tykkara arbeiðið og lat okkum, sum royna at fáa okkurt at bera til her í býnum, fáa frið at virka. Tað kann also ikki bera til, at onnur í býnum, fáa allir sømdir og tit ferð aftaná ferð seta forðingar fyri hjá Maverick og Grilluni. Vit vita væl, at tað eru tvey sløg av fólkum í býnum, men lat tað ikki lýsa ov nógv ígjøgnum, hvørjum tit fjálga um, tí einaferð er NOKK við hasum kenninga og vinarpolitikki hjá tykkum í umsitingini í Klaksvíkar Býráð. Har onkur fær í posa og sekk og onnur standa við sviðið og so. Fái nú hatta arbeiðið liðugt og pilla so av okkara stykkið, NOKK er NOKK. Símun á Høvdanum Leiðarin úr Norður-Korea, Kim Jong Un skítur á tað heila og hevur skotið eina ella tvær rakettur upp afturat - og er eftir øllum at døma - ein stór hóttan ímóti heimsfriðinum. Bretar og amerikumenn atla sær nú at blanda seg fyri alvor uppí, men Kimmurin hevur hótt við, at tað fyrsta landið, sum blandar seg uppí - fær eina atom-bumbu sendandi til land sítt, sum serfrøðingar tó meta, at hann ikki hevur tøkniligt útgerð til at fremja. Men tað sigur Kim, at hann hevur - so vit fáa nokk at síggja í nærmastu framtíð, folkens. JáH (y) 18.03.2016 Barnaverndarstova Føroya sóknast eftir familjum í høvuðsstaðnum, sum vilja taka á seg at verða fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð - ofta í fleiri ár. Les meira HER Kelda: Tórshavnar Kommuna 17.03.2016 European Strategy Forum on Research Infrastructures (ESFRI) kunngjørdi sína nýggju ætlan fyri íløgur og útbygging av granskingarinfrakervi í evropa á ráðstevnu í Amsterdam 10. mars. Talan er um frágreiðing, sum kallast Strategy Report on Research Infrastructures – Roadmap 2016. Les meira HER Kelda: Gransking.fo Maverick Barr og Bláa Bylgjan hava endurnýggjað samstarvsavtaluna. Hetta hendi áðrenn dystin ímillum KÍ - NSÍ sunnudagin. Tað vóru teir báðir, Martin formaðurin í Bláa Bylgju og dagligu leiðarin í Maverick og Grilluni hjá Símun, Símun á Høvdanum, sum skrivaði undir avtaluna. Avtalan er sera góð fyri fjepparnir hjá KÍ. Til landskappingar dyst og dyst í steypakappingini fáa gjaldandi limir hjá Bláu Bylgjuni góð tilboð frá Maverick, við at vísa limakort fram, frá tveimum tímum áðrenn dystar byrjan og fram til ein tíma eftir, at dysturin er liðugur. Sjálv avtalan er óbroytt í mun til avtaluna í 2015. Nú er at vóna at KÍ ferð at klára seg væl, okkara partur, Maverick Barr, Grillin hjá Símun og Bláa Bylgjan skal ikki liggja eftir. Vit skulu gera akkara allerbesta, at stuðla okkara monnum og kvinnum. Tíðarritið VG fylgir við Breivik sakini, sum byrjar í morgun, har massimordarin Anders Behring Breivik hevur saksøkt norska statin fyri brot á mannarættindi - har hann heldur at hann livur ósømiligt í fongslinum. Fylg við sakini hjá Breivik HER JáH (y) 15.03.2016 Skatta- og avgjaldsøðin hjá sitandi samgongu fær ongan enda. Nú boðar Henrik Old, Javnaðarflokkurin frá, at hann ætlar, at Vágatunnilin skal verða pengamaskina hjá óendaligu almennu penganýtsluni hjá sitandi samgongu. Hvør verður næst? Politiska avtalan um undirsjóvartunnlarnar var púra greið. Tá lánini vóru afturgoldin, skuldu tunnlarnir latast landinum og teir skuldu verða vanligur partur av veganetinum. Á aðalfundi í pf Vágatunnlinum í fjør var hendan avtalan førd út í lívið. Eftir uppskoti frá nevndini var avgjørt, at tunnulin skuldi latast landinum við endan av 2016. Landið hevur ikki heimild at krevja bummgjald á nøkrum vegastrekki, heldur ikki tunnlum. Tí var undir seinastu samgongu avgjørt, at frítt skuldi verða at koyra í Vágtunnlinum, á sama hátt sum í hinum 18 tunnlunum hjá landinum. Nú er nýggj samgonga og skatta- og avgjaldsøðin kennir eingi mørk. Nú vilja vinstravendu flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn leggja eyka skatt á øll, sum brúka Vágatunnilin. Lánini eru afturgoldin, so talan er bara um at gera tunnilin til eina pengamaskinu tíl óendaligu almennu penganýtslunu hjá vinstravendu samgonuni. Hetta kann ikki góðtakast og eigur at steðgast sum skjótast. Brúkarin hevur hildi sín part av avtaluni og tí er moralst forkastiligt, um politikkarnir ikki halda sín part. Komi at hugsa um at “Gevur tú illamanni lítlafingur............ Jørgen Niclasen, tingmaður Ídag lat Rúsan upp í snotulig hølir, har Betesda helt til fyri tveimum árum síðani, beint omanfyri røktarheimið Vágin. Norðoya Portalurin var og heilsaði uppá og vóru starvsfólkini sera blíð, har tey bjóðaði pinnamat og Cider. Hølini vóru ljós og stór og úrvalið væl størri enn í Rúsuni á Bøgøtu. Nú er at vóna at Rúsan í Klaksvík eisini ferð at hava somu upplatingartíðir sum Rúsan í Tórshavn, tí sjálvandi skal tað ikki vera munir á viðskiftafólkunum í Tórshavn og Klaksvík. Upplatingartíðirnar í Tórshavn eru mánadag - fríggjadag kl. 10.00 - 17.30 og leygardag kl. 10.00 - 14.00. Norðoya Portalurin ynskir Rúsuni góða eydnu við nýggju hølunum. SáH CNN veit at siga frá, at hernaðar-deildin úr Amerika hevur váttað, at IS-leiðarin Omar al-Shishani er deyður - har hann doyði av einum luftálopið av amerikumonnum í mars. Leysasøgur gingu annars, at Omar bleiv illa skaddir, men bleiv bjargaður. Tað avsannar Amerika nú og hevur enntá lagt myndir út á netið - fyri at váttað fyri almenninginum, at Omar veruliga er deyður. JáH (y) 15.03.2016 |
Greinar
May 2024
|