- Tey flestu sum eru komin undir okkara hond er skadd av glasið og naglum, sigur pro. Decreamer við fjølmiðlarnir.
JáH (y) 22.03.2016
Naglar & gløs vóru í bumbunum, sum brustu ávíkavist í flogvøllinum ella metro'ini, veit Marc Decreamer at siga frá. - Tey flestu sum eru komin undir okkara hond er skadd av glasið og naglum, sigur pro. Decreamer við fjølmiðlarnir. JáH (y) 22.03.2016 Allastaðnis kring lond í Evropa er trygdin nú í vanda - eftir álopini á Brussel í dag. Løgreglan, hermenn og hjálparfólk hava úr at gera við at seta tiltøk til verka ímóti einum møguligum álopið afturat - og verður hetta heilt sikkurt nakað, sum fer at gera sítt til, at tað fer at vera enn sverari at ferðast ímillum londini í Evropa. Ongin kann føla seg tryggan, siga tey úr Belgia og vísa á, at terrorist-felagskapurin IS og al-Queada vísa onga náði, um tey vilja fremja terrorist-álop á lond, sum annars ikki gera nógv um seg. JáH (y) 22.03.2016 Atsóknurnar í Brussel í morgun hava kravt 26 mannalív higartil. 11 hava mist lívið á flogvøllurin og har hava 81 fingið skaða. Á t-bananum í Maelbeek hava 15 menniskjur mist lívið og 55 fingið skaða. Minst tvær bumbur vóru á flogvøllinum og fleiri bumbur vóru á togbanamóttøkuni. Eisini sigst, at onkur skal hava rópt okkurt, síðan skotið við rifflu - og eftir tað, so brustu bumburnar. Les eisini: Heilin aftanfyri París álopini saksøkir sakførara! Enn er stórt kaos í Brussel og ilt er at siga, hvussu nógv fólk hava latið lív í veruleikanum. Atsóknurnar komu beint aftaná, at høvuðsmaðurin aftanfyri París álopini, Salah Abdeslam bleiv handtikin um vikuskiftið. JáH (y) 22.03.2016 Umleið kl. 16:30 í gjár kundi løgreglan staðfesta, at tann saknaða Elsa Susan Danielsen úr Havn, varð funnin aftur í øllum góðum. Løgreglan takkar fyri sýndan áhuga og tær nógvu uppringingarnar, ið samanlagt vóru við til at Elsa varð funnin. Ynski framhaldandi um eitt gott vikuskifti vaktleiðarin Kelda: www.politi.fo SáH Lesarabræv: Alt eftir hvørja niðurstøðu Taks kemur til í málinum um sjálvuppgávuna hjá Eik, so tosa vit um sera stór tøl. Taks er í ferð við at kanna sjálvuppgávuni hjá Eik Banka og eru bert 4 møgulig úrslit. - Eik hevur rætt til frádrátt á 500 mió. svarandi til 92 mió. sum teir longu hava fingið. - Eik hevur gjørt ein feil og skal gjalda 92 mió. í skatt. - Eik hevur við grovum ósketni útreiðsluført 500 mió. Tað viðførur at Eik skal gjalda 92 mió. í skatti og 92 mió. í bót. - Eik hevur framt lógarbrot við vilja. So skal Eik gjalda 92 mió. í skatti og 184 mió. í bót. Út frá tí, sum eg havi kannað, og tað er so uttan viðmerkingar frá Eik, sum ikki ynskir at úttala seg, so verður úrslitið millum nummar. 3 og nummar 4. Tó skal viðmerkjast at Eik Banki meinar og hevur útala seg um at teir meina tað verður nr. 1 Tí er munurin, bæði fyri Eik og fyri Landskassan heilar 368 milliónir. Hesa meting havi eg gjørt út frá §139 í skattalógini http://taks.fo/00007/00066/00197/ og út frá Rundskriv nr. 7 frá 10. november 1998 http://taks.fo/00007/00273/00468/ Rundskriv ásetur sektir í samband við grovt ósketni ella um brot er framt við vilja. Tí er talan um stórsta skattamál nakrantíð í Føroyum, sum Taks sera skilagott hevur vent sær til Skat í Danmark fyri at hava onkran at umrøða málið við. Eisini tryggjar hetta, at tá ein niðurstøða verður gjørd, so verður trúvirði tað størri og vit sleppa undan at illgita um at teir í machet-knappum ikki fáa somu viðgerð sum onnur. Vinarliga Eivind Jacobsen Strendur |
Greinar
May 2024
|