- Hendingin í Brússel vísur á, at fólkið úr Evropa eigur at skunda sær í kampan, so at vit fáa økt um ferðina, har vit saman fara at berjast ímóti IS í Sýria, Irak og øðrum støðum, sigur Carter við CNN.
JáH (y) 24.03.2016
Verjumálaráðharri úr Amerika, Asthon Carter fortelur fyri CNN, at eftir álopini í Brússel, sum kravdi 31 mannalív, so má Evropa also skunda sær í kampin: - Hendingin í Brússel vísur á, at fólkið úr Evropa eigur at skunda sær í kampan, so at vit fáa økt um ferðina, har vit saman fara at berjast ímóti IS í Sýria, Irak og øðrum støðum, sigur Carter við CNN. JáH (y) 24.03.2016 AP veit at siga frá, at áleið 400 IS-terroristar eru kring alt Evropa, sum eru vandir til at skapa kaos. Keldur vilja vera við, at IS hevur vant hesu fólk í Sýria og Irak og tað einasti henda venjing hevur gingið út uppá - er at fremja ymisk álop runt Evropa. Tey fólkini, sum Islamiskur Statur hevur vant - hava fingið ordar um at finna rætta tíðspunkt, stað og hátt at fremja álopini, veit also AP at siga frá. JáH (y) 24.03.2016 Mennirnir á myndini møttu upp á flogvøllinum fyri at spreingja seg sjálvar upp í luftina. Teir komu við einum taxa, fóru eftir einum vogni og løgdu síðan kuffertirnar í vognin, sum fyltar við bumbum. Les eisini: Brússel: Leitað verður eftir hesum manni Tveir av teimum megnaði at spreingja seg sjálvar í luftina og tóku harvið fleiri onnur menniskjur við sær í deyðan. Men tann triðji hevur umbestemma (tann í hattinum) og er sloppin sær til rýmingar, meinar Borgmeistarin í Brússel, Francis Vermeiren. Álopini á Brússel ígjár og eisini álopini á París síðsta ár fara at gera sítt til, at tað verður enn strangari at ferðast ímillum lond - tí nú kann ongin føla seg tryggan longur og tað er næstan líkamikið hvar tú býr. JáH (y) 23.03.2016 Frakland vístu umsorgan við at gera tað, at Eiffel torni lýsti litarnar á flagginum úr Belgia - og somuleiðis hava fleiri lond rætt sínar hendur út til Belgia - eftir syrgiligu hendingina ígjár. Talið av deyðum er komið uppá 34, men enn er óvist hvussu nógv eru deyð, eftir álopini á flogvøllinum og metro'ini í Brússel. JáH (y) 23.03.2016 24 ára gamli Najim Laachraoui (á myndini til vinstru) gongur enn leysur og løgreglan úr Brússel leitar eftir honum av øllum alvi. Beiggarnir Ibrahim og Khalid El Bakraoui (sí niðast) vóru beiggjar og sprongdi seg sjálvar í luftina á flogvøllinum í Brússel, har mong ósek menniskjur lótu lív. Triðji maðurin Najim hevur umbestemma seg og latið kufferti við bumbini í staðið eftir og er síðan sloppin sær til rýmingar. Spreingingarnir í Brússel hava higartil kravt 31 mannalív og 270 onnur menniskjur hava fingið skaða av bumbingunum. JáH (y) 23.03.2016 Dagur & Viku hevur júst havt eina samrøðu við beiggjan hjá Sólfinn Hansen, Ísak Hansen - sum heilt klárt varð sera skelkaður av, at beiggja hansara varð særdur av bumbingunum í metro'ini. Les eisini: Føroyingur ímillum tey særdu í Brússel Hann greiddi frá, at øll familjan hjá Sólfinni varð skelkað av hesum og at tað hann visti, so hevði beiggin eftir umstøðunum tað gott. Sjá klipp frá KVF HER JáH (y) 22.03.2016 KVF: Føroyska sendikvinnan í Brússel hevur verið í samband við familjuna og føroyingin, sum varð særdur í álopinum í belgiska høvuðsstaðnum í morgun Hoyr alla samrøðuna við Kate Sanderson, føroysku sendikvinnuna í Brússel HER Kelda: KVF Ikki sørt kløkkur undirritaði bleiv eftir at konan ringdi til mín fyri einari lítlari løtu síðani, at barndómsvinurin Sólfinn Hansen varð ímillum tey særdu í Brússel. KVF veit at siga frá, at Sólfinn Hansen er millum tey særdu, eftir yvirgangsálopini í Brússel í morgun. 38 ára gamli Sólfinn Hansen, ið til dagliga starvast sum lærari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, var staddur á Maelbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun, tá ein bumba brast. Hann er innlagdur á sjúkrahús í Brússel, men er sum skilst ikki í livsvanda. Tey nærmastu hava fingið boðini og hava verið í sambandi við Sólfinn Hansen. Sendikvinna, Kate Sanderson, hevur verið í sambandi við Sólfinn Hansen, sum hevur fingið skaða í høvdið, tó ikki álvarsligt. Hon var á veg inn á sjúkrahúsið at vitja hann, tá útvarpið tosaði við hana. JáH (y) 22.03.2016 Kelda: KVF |
Greinar
April 2024
|