Teir komu við einum taxa, fóru eftir einum vogni og løgdu síðan kuffertirnar í vognin, sum fyltar við bumbum.
Les eisini: Brússel: Leitað verður eftir hesum manni
Tveir av teimum megnaði at spreingja seg sjálvar í luftina og tóku harvið fleiri onnur menniskjur við sær í deyðan. Men tann triðji hevur umbestemma (tann í hattinum) og er sloppin sær til rýmingar, meinar Borgmeistarin í Brússel, Francis Vermeiren.
Álopini á Brússel ígjár og eisini álopini á París síðsta ár fara at gera sítt til, at tað verður enn strangari at ferðast ímillum lond - tí nú kann ongin føla seg tryggan longur og tað er næstan líkamikið hvar tú býr.
JáH (y) 23.03.2016