
KVF veit at siga frá, at Sólfinn Hansen er millum tey særdu, eftir yvirgangsálopini í Brússel í morgun.
38 ára gamli Sólfinn Hansen, ið til dagliga starvast sum lærari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, var staddur á Maelbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun, tá ein bumba brast.
Hann er innlagdur á sjúkrahús í Brússel, men er sum skilst ikki í livsvanda.
Tey nærmastu hava fingið boðini og hava verið í sambandi við Sólfinn Hansen.
Sendikvinna, Kate Sanderson, hevur verið í sambandi við Sólfinn Hansen, sum hevur fingið skaða í høvdið, tó ikki álvarsligt. Hon var á veg inn á sjúkrahúsið at vitja hann, tá útvarpið tosaði við hana.
JáH (y) 22.03.2016
Kelda: KVF