Soleiðis sá út á Borðoyavík ímorgun kl. 9:41:00, so verður spennandi at síggja somu tíð ímorgin, tá ið full sólarmyrking verður. Norðoya Portalurin ferð at taka myndir á Borðoyavík, júst sama klokkutíð, nevnliga 9:41:00 tann 20.03.2015. Dagurin byrjar við at vit fara í Maverick til enskan morgunmat og kl. 08:20:00 fara vit øll niðan í Borðoyavík, har vit fara at luttaka í tiltakinum hjá Klaksvíkar Kommunu. SáH Seinsta veðurkortið hjá veðurstovuni YR frá Norra sær sera áhugavert út fyri Klaksvík. Ímillum kl. 09 - 10.00 er full sól á kortinum og klokkan 09.40 er sólarmyrking í Klaksvík, so tað verður sera spennandi, um tað ferð at eydnast okkum, at uppliva eina sólarmyrking í fullari sól. Vit vóna tað besta. SáH Var eitt ørdindi á Føroya Bjór, men har høvdu tey úr at gera. Tey skuldi fáa útlendskar gesti um eina løtu og sum vóru komnir til Klaksvíkar ísamband við sólarmyrkingina. Ætlaði var at fáa eitt prát við stjóran Anniku Waag, men hon var upptikin í telefon allatíðina. Har er stórt telt sett upp á parkeringsøkinum og sum kann rúma nógvum fólkum og munnu tey ikki fáa okkurt leskiligt frá Føroya Bjór. SáH Sólarmyrking við Borðoyarvík 20. mars verður sólarmyrking í Føroyum. Seinast, hetta kom fyri, var í 1954, og tað munnu vera mong, ið enn minnast, hvussu serstøk henda uppliving var. Nógv verður á skránni kring landið hendan dagin, og tosað hevur verið um, hvar hetta einastandandi fyrbrigdi fer at síggjast best. Klaksvík hevur eina ótrúliga vakra vík, Borðoyarvík, og hevur Klaksvíkar kommuna tikið um at velja hana sum savningarstað í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, har sjálv fjøran innast í víkini verður karmur um hesa hátíðarløtu. Allir borgarar í Klaksvíkar kommunu verða við hesum bodnir at veraða vælkomnir til ein heitan kaffimunn, wienarbreyð, sunkist, og okkurt bomm verður eisini til børnini. Norðoya Kunningarstova stendur fyri hesum tiltaki, og heita vit á øll um at vera væl ílatin og helst hava gummistyvlar. Skrá 08.45: Vælkomin – kaffi serverað 09.10: Sigrun Skálagarð fortelur um sólarmyrking 09.25: Felagssangur 09.40: Friður meðan full sólarmyrking er 10.15: Liðugt Nú bert tveir dagar eru eftir og øll eru sera spent til sólarmyrkingina, so hevur Maverick Barr spíla seg út. Øll arbeiðsfólkini hava fingið Solar Eclipse blusir og fríggjamorgunin letur Maverick Barr upp kl. 07.00, har vit fara at borðreiða við enskum morgunamatið til okkara kundar. Morgunmaturin verður frá umleið kl. 07.45 - 08.25 og so fara vit øll niðan í Borðoyavík, at stuðla tiltakinum hjá Klaksvíkar Kommunu og Kunningarstovuni, sum byrjar kl. 08.45. Skráin hjá tiltakinum hjá Klaksvíkar Kommunu er at síggja aðrastaðni á Norðoya Portalinum. Spennandi, spennandi, vónandi vera vit heppin við veðrinum. SáH Hvørji kenna ikki filmsklippini "Grillin hjá Símun", men í Føroyum er tað ein sum eitur Símun og sum eigur eina Grill og eina Barr, tó er hann Norðoyingur :) Barrin eitur Maverick og so kundi man kanska hóskandi kallað Grilluna fyri "Grillin hjá Símun" Símun á Høvdanum sigur, at Maverick hevur havt Grilluna opnað til allar fótbóltsdystirnar hjá KÍ, men nú er ætlanin, at hava Grilluna opnað hvørt kvøld frá kl. 18.00 - 22.00 og byrjað verður ídag. Ætlanin er at selja vanligar grillvørur, eitt nú, pylsur, Fransk hotdog, búffar, toast, kylling & Chips og annað. Ungar kreftir sleppa at royna seg og fara at standa fyri allari søluni. Í fyrstu syftu vera tað, Jetta Svøðstein, Miriam Bethuelsdóttir og Petur Pauli á Høvdanum, sum fara at standa fyri, at hava Grilluna koyrandi. Sjálvandi við hjálp frá okkum eldru. Ætlanin verður so í framtíðini, at hava Grilluna opnað samstundist sum Maverick hevur opið, tó ikki um náttina. Vónandi taka kundarnir væl ímóti hesum ungu fólkunum. Biðleggjast kann eisini á telefon 454570 og tiku verður ímóti Kortum, eisini Master Card. Í ódnini í gárskvøldið reiv tekjan á Klaksvíkar Dampvaskarí og fekk húsið stóran skaða. Lukkutíð endaði tekjan ikki a nakað fólk, men endaði eini 4 hús longur norðuri, har hon fyrst brast á ein garð og síðani ein lyktapela og til síðst endaði í einum hava. Hetta hendi umleið klokkan 23.00 og var sløkkiðið á staðnum og breiddi trol á, so skaðin ikki gjøridst størri. Aðrastaðni í býnum var eisini nógvir vindur, har nú eitt busskeltið á Helnabrekku mátti leggja seg fyri nógva vindinum. Her nakrar myndir av skaðanum á Klaksvíkar Dampvaskarí. SáH |
Greinar
April 2024
|