Øll arbeiðsfólkini hava fingið Solar Eclipse blusir og fríggjamorgunin letur Maverick Barr upp kl. 07.00, har vit fara at borðreiða við enskum morgunamatið til okkara kundar.
Morgunmaturin verður frá umleið kl. 07.45 - 08.25 og so fara vit øll niðan í Borðoyavík, at stuðla tiltakinum hjá Klaksvíkar Kommunu og Kunningarstovuni, sum byrjar kl. 08.45.
Skráin hjá tiltakinum hjá Klaksvíkar Kommunu er at síggja aðrastaðni á Norðoya Portalinum.
Spennandi, spennandi, vónandi vera vit heppin við veðrinum.
SáH