Í SNP hava vit úlvaungar, skótar, birkibeinar, rovarar, leiðarar og tey seinni árini hava vit havt “skótaommur”
Skótaommurnar stákast í køkinum, halda húsið reint og ruddiligt, keypa inn, hava skótafundir, hjálpa skótunum at seyma merkir á búnan, práta, fjasa og troysta úlvaungarnar og tá leiðarin er liðugur við skótafundin og hevur endavent øllum húsinum og ætlar sær at rudda, aðrenn hann fer heim, so hava skótaommurnar orna tað av sínum eintingum. Og 1000 onnur ting.
Lómurin 2025 varð givin til
skótaommurnar Ásu og Randi fyri eitt megnar skótaarbeiði í SNP.
Nú er jólaferia og vit byrja skótaarbeiðið aftur í januar. Nýggir limir eru vælkomnir og limagjaldið er einans 200kr fyri skótaárið.
Fleiri myndir, klikk her "Skótalið Nólsoyar Pálls"
Skótalið Nólsoyar Pálls













RSS Feed