Klaksvíkar kommuna hevur sum mál, at øll sethús, har tað er møguligt, skulu hava veg til húsini. Ein raðfestingarlisti er gjørdur og hevur Kongaríkið leingi ligið ovast á listanum.
Talan er um eina gamla verkætlan. Longu fyrst í 80’unum arbeiddi táverandi býráð við líknandi ætlanum, sum tó ikki gjørdust veruleiki. Nú er ætlanin tikin fram aftur, og borgarar í økinum kunnu gleða seg til betri parkeringsviðurskiftir, umframt at verkætlanin eisini ger ferðsluna á Stangavegnum munandi tryggari.
Oddmar á Lakjuni, formaður í teknisku nevnd, er fegin um, at arbeiðið nú fer ígongd.
- Tað er gleðiligt, at sethús fáa veg til húsini. Harafturat vísti borgarakanningin eisini, at tørvur er á at raðfesta ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti, og tað meti eg, at hendan verkætlanin loysir á ein góðan hátt.
3. mió. kr. eru settar av til arbeiðið í ár, og fer arbeiðið eftir ætlan í gongd í komandi viku.
Klaksvíkar Kommuna